Hondbóltur

- Byrjaðu at arbeiða fram ímóti Betrideildini frá byrjan í fjør

Aleksandar Jovevic sigur við Portalin, at ÍF skal hava ís í búkinum, líkamikið hvussu byrjanin verður. Fysisika støði verður ein spennandi avbjóðing, men teir trúgva uppá tingini í hópinum, staðfestir serbin, sum hevur búð í Fuglafirði í 17 ár..

"Alex" Jovevic tá hann var hjálparvenjari hjá B68. Í fjør førdi hann fuglfirðingar upp í í Betrideildina aftur. Hann fegnast um tilgongdina í vetur og huglaði í hópinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-03 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF er aftur í Betrideildini. Liðið vann 1. deild í fjør og tryggjaði sær harvið, at steðgurin í næstbestu deildini bert gjørdist eitt ár. Nakarir heilt royndir spælarar vóru, men annars var liðið rættiliga ungt, og á odda stóð serbin Aleksandar Jovevic.

Hann hevur búð í Føroyum og verið í føroyskum fótbólti í tjúgu ár. Síðani 2006 hevur "Alex" búð í Fuglafirði og skilur og tosar hann føroyskt. Hann var við sum spælari, tá ÍF fekk fleiri silvurheiðursmerki í hús, var høvuðsvenjari í 2015, áðrenn hann tók við hjá KÍ-kvinnunum. Hann hevur eisini vant vant 1. deild og U21 hjá HB og verið hjálparvenjari hjá B68 í trý ár. 

Saman við Øssuri Hansen fekk hann B68 upp og liðið helt sær upp - í báðum førum ógvuliga óvæntað. Aleksandar Jovevic hevur harvið roynt hetta og sigur við Portalin, at tað var umráðandi fyri hann at á ymsan hátt fyrireika liðið til Betrideildina longu í fjør, hóast teir í Fuglafirði á ongan hátt tók uppflytingina fyri givið: 

- Vit byrjaðu at arbeiða fram ímóti Betrideildini frá byrjan í fjør og venja og arbeiða sum um, vit vóru í Betrideildini. Hetta var ikki tí, at vit vóru vísir í at flyta upp, men fyri at vera so væl fyri sum gjørligt og vera til reiðar til avbjóðingina, tá hon kemur. 

Í mun til at taka stigið upp, so eru ymiskar avbjóðingar. Hetta viðurkennir venjarin, ið tó er bjartskygur:- Fysiski parturin kann avgjørt verða ein avbjóðing, tí at munurin á deildunum er so mikið stórur, og tí vit hava fleiri spælarar, sum hava skulu vant seg við at venja gróthart fysiskt av álvara fyri fyrstu ferð. Nú hava vit tí fingið eitt ordligt fitnessrúm og ein fysisikan venjara fyri fyrstu ferð. Vit føla okkum klárar, og vísir í at viljin kann flyta nógv. [object Object]Hópurin hjá ÍF, 2023. Nýggju útlendsku spælararnir eru miðskeiðis í tjúgunum, og ÍF manglaði spælarar í júst hesum aldrusbólkinum (Mynd: Ítróttarfelag Fuglafjarðar)

ÍF hevur hildið fast í hópinum, sum tryggjaði felagnum uppflytingina og fingið málverjan Jákup Nolsøe Olsen aftur, umframt fýra útlendskar spælarar sum eru í slíkum aldri. 45-ára gamli venjarin setur soleiðis orð á hóp sítt:
- Talan er um eina blanding av ungum lokalum spælarum og heilt royndum spælrum, kryddrað við teimum nýggju útlendsku spælaunum. Teir hava allir góðan fótbóltsaldur, og vit hava manglað spælarar í júst hasum miðaldrinum. Tað er eitt gott huglag á liðnum, og vit hava ein góðan lið- og stríðsanda. Vit vita eisini, at tað er neyðugt at stríðast hart sum eitt lið fyri at fáa úrslit. So koma einstaku spælararnir eisini til sín rætt og mennast - millum annað teir ungu lokalu spælararnir.Tað er enn heldur óvist, um teir tríggir suðuramerikansku spælararnir fáa loyvini uppá pláss áðrenn fyrsta dystin í morgin. Danin Ruben Møller Nielsen er darvaður av skaða í knænum, sum heldur honum úti íhvussu er tveir teir fyrstu dystirnar.

Sí eisini: Uros: Verður serligt at spæla móti ÍF

Júst fyrstu fýra dystirnir síggja út sum lykladystir hjá ÍF: 07 Vestur (ú), EB/Streymur (h), TB (ú) AB (H). Uppflytararnir skulu helst skava nøkur stig saman her, men venjarin hyggur eitt sindur øðrvísi uppá støðuna: - Vit eru noyddir at hyggja eftir tí dyst fyri dyst. Ein góð byrjan kann merkja nógv, men kappingarárið er 27 dystir, og vit skulu hyggja ein dyst fram. Um vit hava rætt fokus og arbeiði hart, so koma úrslitini. Í 2021 byrjaðu vit í B68 ikki væl, hvat stigum viðvíkur, meðan ÍF, sum seinni flutti niður, byrjaði væl. B68 var tó væl við í nógvum dystum og seinni í kapping komu stigini. Líkamikið hvussu fyrstu dystirnir ganga, so skulu vit altíð trúgva uppá at vinna næsta dystin

Hvussu er so við fyrstu uppgávuni í morgin: - 07 Vestur hevur stabilisera seg í deildini og hevur ein góðan hóp. Vit hava virðing fyri teimum, og teir mugu metast sum favorittar, men vit fara har og trúgva avgjørt uppá at fáa stig. Tað er umráðandi, at spælararnir hava positivt energi í kroppinum og eru spentir á rættan hátt, tá teir spæla dystin ístaðin fyri at stressa. 
Fyrsta bríksl í Sørvági í morgin verður klokkan 17.00 Talan er um allarfyrsta dystin í Betrideildini 2023. Portalurin verður til staðar við myndatólinum, mikrofonini og teldunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder