17-ára gamla Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen úr Vestmanna fekk í gjárkvøldið debut í bestu donsku hondbóltsdeildini. Hon spældi 20 minuttir á høgra vongi og skeyt eitt mál, tá Herning-Ikast vann 29-18 á Ajax København. Hon sigur soleiðis við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandið Føroya:
– Eg væntaði ikki at fáa spælitíð í fyrsta dysti, so eg eri ógvuliga fegin um møguleikan, sigur vinstrahenti leikarin.
Lív er júst fylt 17 ár og gongur á hondbóltsakadaminum hjá Ikast. Hon flutti til og beit seg beinanvegin fasta á U16-liðið hjá felagnum, sum hon gjørdist eisini danmarkarmeistari við í fjør í fjør.
Hetta kappingarárið hevur hon gjørt um seg á U18-liðnum og slapp nú at royna seg á besta liðnum saman við millum annað fimm A-landsliðsleikarum.
– Eg var rættiliga nervøs, tá eg byrjaði at venja saman við teimum, tí fleiri teirra eru leikarar, sum eg síggi upp til, men eg bleiv ógvuliga væl móttikin, greiðir Lív frá.
Unga vestmannagentan sigur við HSF, at hon hevur sett sær eitt greitt mál.
– Málið er at liva av hondbóltinum. Eg venji hart og miðvíst. Eg havi ment meg nógv hetta árið í Danmark, og vónandi heldur menningin fram. Eg fari so í øllum førum at gera mítt ítarsta, sigur Lív.
Herning-Ikast hevur eftir sigurin í gjár 28 stig og liggur á einum fimta plássi, fýra stig frá annaðplássinum.
Les eisini: Lív S. Poulsen spælt sín fyrsta dyst í bestu donsku deildini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald