Hondbóltur

Lív S. Poulsen spælt sín fyrsta dyst í bestu donsku deildini

17-ára gamla gentan úr Vestmanna var á vøllinum í tjúgu minuttir og kom á máltalvuna í sigrinum hjá Herning-Ikast.

Lív S. Poulsen eftir dystin (Mynd: Herning-Ikast Håndbold)

Lív S. Poulsen eftir dystin (Mynd: Herning-Ikast Håndbold)

2019-01-31 07:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eitt lítið sindur meira enn eitt ár á ítrottarskúla í Ikast, fekk Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen úr Vestmanna í gjár sín elddóp á hægsta stigi í Danmark. Hon er júst fylt 17 ár, og hevur nú fingið fyrstu sínar minuttir í HTH-deildini, ið er fremsta kvinnudeildin í Danmark.

Í gjárkvøldið tók Herning-Ikast Håndbold ímóti Ajax København. Lív Poulsen var við í hópinum á fyrsta sinni. Við heimasíðuna hjá felagnum segði hon: 

- Eg fekk at vita mánadagin, at eg skuldi vera við, og eg fekk ikki sovið. Men undan dystinum hevði eg tað fínt. Eg royndi bara at slappa av og gleða meg 

Lív spælir á høgra vongi. Frammanfyri 800 áskoðarum fekk hon í gjár sínar fyrstu minuttir og sítt fyrsta mál í einari deild, har nógvir klassaleikarar spæla. Hetta fegnast hon sjálvandi um: 

- Tað var ein góð uppliving. Og tað var ógvuliga doyligt at koma á máltalvuna, so man kann krossa tað av Tað er eitt hægri støði, har tað gongur nógv skjótari. 

Heimasíðan hjá Herning-Ikast skrivar, at hóast sín unga aldur útstrálaði føroyski vongurin yvirskot og "coolness" á vøllinum, har liðið trygt vann 28-19. Lív skoraði seinasta málið í dystinum. 

Lív S. Poulsen var í vár við til at vinna DM fyri U16-liðið hjá felagnum. Herning-Ikast liggur nummar fimm í HTH-deildini og væl sera væl fyri til at koma í endaspæli. Felagið úr Midtjyllandi spælir eisini evropeiskan hondbólt, og sunnudagin skal liðið spæla oddadyst í bólkaspælinum í EHF Cup. Mótstøðuliðið er Siofok KC úr Ungarn. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder