Fótbóltur

Beinleiðis stroyming: Seinni dysturin hjá H71 móti Trogir

Eitt tap við seks málum ella eitt betri úrslit enn tað: Hetta skal til, um H71 skal spæla seg víðari í European Cup í kvøld. Dysturin í Kroatia byrjar klokkan 17 - til ber at hyggja her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-24 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

27-34

Hetta er støðan, tá dysturin í Kroatia í kvøld. Hetta hóast tað fer at standa 0-0 á máltalvuni.

Fyri viku síðani vann H71 við sjey málum í fyrra dystinum í 2. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini. Harvið skal arbeiðið gerast liðugt í kvøld.

- Støðan er tann, at um okkara halda málmunin á +7, koma teir víðari til næsta umfar í European Cup, skrivar H71.

Tað vil siga: Eitt tap við seks málum ella eitt betri úrslit enn tað er nóg mikið hjá føroyameistarunum.

Sí eisini: H71 skal gera arbeiðið liðugt leygarkvøldið

Til ber at síggja dystin hjá H71 á leinkjuni omanfyri - á Youtube-síðuni hjá kroatiska hondbóltssambandinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder