Fótbóltur

- Ein torfør uppgáva

Føroyska landsliðið hevði tíðindafund middegi í sambandi við dystin ímóti Spania í morgin.

Lars Olsen, landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen, landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-06 13:26 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í sambandi við landsdystin ímóti Spania í morgin, hevði føroyska landsliðið tíðindafund á middegi í B36 húsinum. Føroyska landsliðið hevði júst havt sína síðstu venjing áðrenn dystin, og tað er greitt, hvørjir byrja inni, hóast tað ikki verður kunngjørt áðrenn dystin sjálvan. 

Lars Olsen segði á tíðindafundinum, at allir spælarir eru tøkir til dystin, og at støðan í hópinum sum heild er góð. Men hann mátti eisini ásanna, at talan var um sera torføra mótstøðu. 

- Eg haldi talan vera um tað besta liðið í bólkinum, so tað verður ein torfør uppgáva. Men vit mugu bara gera okkara besta og halda góða andanum, segði Lars Olsen, sum ikki segði nakað um, hvørjum úrsliti føroyingar fóru eftir. 

- Eftir dystin eru vit kanska nøgdir og kanska ikki, segði ein fámæltur landsliðsvenjari. 

Liðskiparin hjá Føroyska landsliðnum hevði eisini orðið til tíðindafundin. Hann segði talan vera um eina stóra uppgávu. 

[object Object]Atli Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)

- Okkara spælarir hava fylgt sponsku spælarunum, síðani teir vóru smádreingir, segði Atli Gregersen, sum tó legði doyðin á, at andin í hópinum var góður, og at farið varð eftir einum so góðum úrsliti sum møguligt. 

Føroyar og Spania spæla í morgin klokkan 19.45 á Tórsvølli. Talan verður um nakrar broytingar á føroyska liðnum. Gunnar Nielsen er ikki við vegna skaða, og tí verður tað allarhelst Teitur Gestson, ið verjir føroyska málið í morgin. 

Sonni Ragnar Nattestad er heldur ikki við í morgin. Hann var heldur ikki við seinasta dyst ímóti Rumenia, men talan er annars um fæstan inventar á føroyska liðnum. Tað eru fleiri møguligir avloysarar í miðverjuni. Boð hava áður verið eftir Odamari Færø, og tí er ikki óhugsandi, at hann eisini byrjar í morgin. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder