Hondbóltur

– Eingin orsøk til at avmarka atgongdina hjá teimum koppsettu

Eg havi ikki nakra sakliga orsøk til at nokta einum, sum er koppsettur, og harvið ikki er ein smittuvandi, at koma til hondbóltsdyst, sigur forkvinnan í Hondbóltssambandinum.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya (Mynd: Finnur Justinussen)

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya (Mynd: Finnur Justinussen)

2021-02-19 17:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

At borgarar, sum eru liðugt koppsettir fyri koronu hava atgongd til hondbóltsdystirnir, sum verða spældir í Havn um vikuskiftið, umframt teir áskoðarar, sum eru á listanum hjá hondbóltsfeløgunum hevur elvt til kjak á sosialu miðlunum.

Er tað rætt, at tey, sum eru liðugt koppsett sleppa til hondbóltsdystir frammum onnur? Fleiri kjakarar halda hetta vera løgið, og vilja teir vera við, at Hondbóltssambandið við hesari avgerðini ger mismun á fólki.

Les eisini: Tey liðugt koppsettu kunnu keypa atgongumerki til steypafinalurnar

Sambært Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandi Føroya, verður longu gjørt mismun á fólki við at avmarka áskoðaratalið.

Høllin á Hálsi hevur pláss fyri 2.000 ákoðarum, men í løtuni sleppa bert 100 fólk inn á hvørt ákoðaraøki.

– Til eina vanliga steypafinalu eru upp móti 2.000 fólk í høllini, men av tí at vit ynskja at fylgja tilmælunum og hava býtt økini upp í trý, har bert 100 fólk sleppa inn í hvørt øki, so gera vit mismun á fólki.

Gunn Ellefsen vísir á, at fólk, sum eru liðugt koppsett longu hava fleiri fyrimunir, og tí hildu tey í Hondbóltssambandinum ikki, at har var nøkur orsøk til at avmarka atgongdina hjá teimum, sum vórðu koppsett.

– Har sleppa 100 ákoðarar inn í hvørt øki hjá okkum, tað vit hava sagt er, at har er eingin orsøk til, at tey, sum eru koppsett skulu fylla upp í tí rúgvuni. Um mann er koppsettur, er mann ikki nakar smittuvandi, og kann mann frítt koma sum áskoðari í høllina uttan at standa á listanum hjá einum felagi, um mann ynskir tað.

Forkvinnan sigur við Portalin, at hon hevur spurt seg fyri hjá Koronaráðgevingini, um tey koppsettu eru ein smittuvandi, og svarið var, at ein koppsettur hvørki smittar ella kann blíva smittaður sjálvur, hóast hann í teoriini kanska kann bera tað víðari, um hann nemur við eitt nú møblar, eitt hondtak ella okkurt annað.

– Tað er ikki ein fyrimunur vit geva teimum, tað er ein fyrimunur við at vera koppsettur, og hesum mugu fólk læra at liva við, sigur Gunn Ellefsen, sum leggur afturat, at hon sjálv ikki er koppsett.

Dagførd kl. 18.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder