Fótbóltur

- Eri forelskaður í hesum áskoðarunum

Landsliðsvenjarin stórfegnast um, at huglagið á Tórsvølli var so gott í kvøld, og Hallur Hansson og Teitur Matras Gestsson meldaðu seg í kórið. Tað verjukenda spælið hjá Føroyum sá heilt gott út í kvøld, sigur Håkan Ericson.

Håkan Ericson var bæði kensluborin, vælnøgdur og nakað atfinningarsamur á tíðindafundinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson var bæði kensluborin, vælnøgdur og nakað atfinningarsamur á tíðindafundinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-05 00:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanliga hava vit møguleikan at gera video-samrøður við føroysk umboð eftir landsdystir, men orsakað av UEFA-avgerð fyrr í dag, bar hetta ikki til eftir dystin millum Danmark og Føroyar á Tórsvølli í kvøld, ið danir óvæntað bert vunnu 1-0.

Føroyingar hava vanliga ikki tíðindafund eftir heimadystir, men orsakað av tí sum varð álagt í dag, vóru Håkan Ericson, Hallur Hansson og Teitur Matras Gestsson á tíðindafundi í nýggja hølinum á nýggju vestaru síðuni, stutt eftir at danir høvdu havt sín.

Les eisini: 
Sleppa ikki at gera samrøður eftir dystin
Bar ikki á mál
Hjulmand: Havi stóra virðing fyri hvat Føroyar gjørdu í kvøld

Ernir og forelskaðir
Tað vóru ikki smávegis orð, ið Håkan Ericson nýtti, og Hallur Hansson, sum fyri fyrstu ferð í nakrar mánaðir spældi 90 minuttir varð eisinki "raktur": 

- Man føldi veruliga, at man varð borin fram, og eg eri eisini forelskaður; sjálvt um daman helst ikki dámar at hoyra tað. Vit reisa okkum ótrúliga væl eftir vónbrotið móti Ísrael. Vit eru eisini vónbrotnir nú, men vit gera alt, sum vit kunnu, og tað var tíverri ikki nóg mikið. Eg eri bara errin og glaður yvir, at eg slapp at leiða liðið út og vera til til hetta, sum man hevur glett seg til so leingi.

[object Object]

[object Object]Hallur Hansson og AC Horsens endaðu samstarvið, eftir fimm ár, í summar. Liðformaðurin hjá Føroyum hevur ikki eitt felag í løtuni, men hann vísti seg væl fram í kvøld (Myndir: Jens Kr. Vang og Sverri Egholm)

29-ára gamli liðformaðurin viðgekk, at danir hóast alt høvdu sigurin uppibornan: 

- Danskararnir eru dugnaligir. Teir nýttu nógvar ungar leikarar í kvøld men eg kenni til dømis fleiri frá Superligaini, og teir eru ógvuliga evnaríkir. Vit trúðu allatíðina uppá tað, og serliga sum dysturin leið, men tað er uppiborið, at teir vinna dystin. 

29-ára gamli Teitur Matras Gestsson avloysti Gunnar Nielsen í mun til dystin móti Ísrael, og HB-málverjin tók veruliga av. Hann hevði fleiri góðar bjargingar og var, sum vanligt, sterkur í spælinum við føtrunum.  

- Hetta er ein av teimum størsti dystunum, ið man kemur at spæla, og tað gekk væl. Tað er harmiligt, at vit ikki fáa stig burturúr, men upplivingin við øllum rundanum er tann sjúkasta, ið eg havi havt á einum vølli.

[object Object]
Teitur Matras Gestsson spældi ein frálíkan dyst, og helst hevði Kasper Schmeichel nøkur rósandi orð til hann eftir dystin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Verjuspælið er batna munandi - vildi ikki spara móti Danmark
Vit spurdu Håkan Ericson hvat lykilin var, at man í kvøld helt 0-0 í 85 minuttir, í mun til venjingardystin í Herning í fjør, har danir vóru á odda 4-0 í hálvleikinum.

- Vit eru nógv betri defensivt nú. Eg havi sagt fyrri, at vit hava lært mest av dystinum í Herning, tí vit gera nakra eyðsæddar feilir har, og danir spæla lættliga ígjøgnum okkum. Tað er millum annað nakað við tað at gera við, hvussu eg vil hava bakketuna at flyta seg, ið er nakað øðrvísi, í mun til hvat leikararnir eru vanir við. Tað høvdu teir ikki heilt forstaðið tað, men nú er tað eyðsæð nógv betri.

Um dystarmyndina segði svenski landsliðsvenjarin hjá Føroyum soleiðis:

- Teir høvdu bóltin ógvuliga nógv men skaptu ikki nógv, og vit høvdu eisini góðar støður. Vit vilja gjarna vera meira offensivur í dystum, men teir spæla við ógvuliga nógvum leikarum langt frammi á vøllinum, og talan er um eitt sera bólttrygt lið.

[object Object]

Hann viðgekk, at tað, at ein triði dystur innan eina viku er á skránni týsdagin, ger tað trupult, og tað kann koma at kosta, at so nógv megi varð nýtt í kvøld. Håkan Ericson segði tó eisini, at tað ikki kom uppá tal at spara leikarar móti Danmark fyri at vera til reiðar móti Moldova - so hevði stór ónøgd verið millum leikarar o.s.fr. 

Um Sonni Ragnar Nattestad verður til reiðar móti Moldova má tíðin vísa, segði landsliðsvenjarin, tá vit spurdu hann um støðuna hjá høga miðverjanum, ið eftir eitt gott avrik noyddist út eftir 72 minuttir. Hann hevur trupulleikar við hælsinuni, og tað at tað eru so tættir dystir, ger støðuna har verri, segði landsliðsvenjarin, ið eisini nýtt høvi, at tað var tíðindafundur, at finnast at teimum sum funnist at innsatsinum mikukvøldið og søgdu, at møguliga vóru ávísir leikarar ikki nóg væl fyri. Kanska hevði tað úrlslitið eisini nakað at gera við, mótstøðuliðið var sterkt, segði hann, og vísti á 5-2 sigurin hjá Ísrael á Eysturríki í kvøld. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder