Fótbóltur

Hjulmand: - Havi stóra virðing fyri tí sum Føroyar gjørdu í kvøld

- Eg føldi, at eg bleiv tíggju ár eldri í kvøld. Landsliðsvenjarin hjá Danmark heldur ikki, at teir kunnu taka nakað við frá hesum dystinum uttan tey trý stigini - hann hevði bert rósandi orð til føroyska liðið og Tórsvøll.

2021-09-04 23:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann rósti føroyskum fótbólti í Herning í fjør. Tað gjørdi hann eisini á tíðindafundinum í gjár og so sanniliga eftir 1-0 dystin í kvøld, har Danmark bert var fimm minuttir frá skommini. Kasper Hjulmand klappaði út til áskoðarnir, ið samanlagt skaptu eitt frálíkt huglag og tyktist at hjálpa føroysku leikarunum væl ávegis.

- Tillukku til føroyingar. Fyri hendan leikvøllin og tann stemningin, ið tit megnaðu at skapa. Og tillukku til liðið, sum framdi eitt megnar avrik, stríddist fyrimyndarliga væl og gjørdi tað ógvuliga torført fyri okkum.

Kasper Hjulmand var annars meira fámæltur enn vanligt, og tað vóru Christian Nørgaard og Jonas Wind eisini. Tann síðstnevndi gjørdist sigursharri við frálíkum stútara eftir frísparksinnlegg fimm minuttir fyri leiklok, tá Heini Vatnsdal, ið varð skiftur inn fyri skadda Sonna Ragnar Nattstad stutt frammaundan, ikki megnaði at dekka vandamikla FCK-áleyparan upp. Hann bíðaði við at fegnast heilt, tí málið skuldi ígjøgnum VAR - beint fyri hálvleik hevði hann smekkað bóltin upp í longra máhornið, men tá var hann í rangstøðu beint áðrenn.

Les eisini: VAR: Kolldømdi Danmark - framvegis málleyst á Tórsvølli

[object Object]
Jonas Wind. FCK-áleyparin viðgekk, at talan ikki var um eitt gott kvøld fyri danska liðið, og at føroyingarnir gjørdu tað sera trupult fyri teir (Mynd: Sverri Egholm) 

Danir royndu ikki at finna umberingar fyri laka avrikið hjá teimum, og Hjulmand hevði eisini eftir seinasta bríksl víst leikarunum á ymiskar veikleikar í avrikinum. Teir róstu heldur føroyingum fyri at vera so góðir í verjustøðu og at arbeiða so hart, og so ikki minst avrikið á áskoðaraplássinum.

- Tað er trupult tá man spælir ein slíkan dyst, sum jú á ymsan hátt er ein av teimum størstu, ið teir á motstøðuliðnum nakrantíð fara at spæla. Vit spæla ov seint og óklókt í summum førum. Teir góvu alt, sum teir høvdu, við fantastiskum stuðli aftanfyri seg, og gjørdi alt sum ein "underdog" skal gera rætt, við millum annað at taka ferðina úr dystinum. Eg føldi tað sum um, at eg bleiv tíggju ár eldri undir dystinum í kvøld.

At føroyingar skuldu havt spælt heldur hart, sum onkur danskur tíðindamaður ró framundir, kveistraði Christian Nørgaard úr Brentford FC burtur, og Hjulmand segði, at hansara menn í summum førum ikki komu nóg væl inn í nærdystirnar.

Danmark spældi í kvøld við fleiri óroyndum leikarum og einum slagi av eykaliði, men heilt líknandi varð eisini gjørt í mars til dystin móti Moldova, ið endaði 8-0. Niðurstøðan var, at danir - ikki heilt fegnir - taka hesi trý stigini við sær til Danmarkar og so er sjóneykan sett á næsta dyst, sum verður týskvøldið í Parkini móti Ísrael, sum í kvøld vann 5-2 á Eysturríki. Spurdur um danska liðið kann taka nakað við frá dystinum á Tórsvølli í kvøld, svaraði Hjulmand einfalt:

- Nej.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder