Fótbóltur

- Eru byrjaðir at vísa eina betri útgávu av okkum sjálvum

Gareth Southgate og hansara menn kunnu gerast søguligir sunnudagin. Verður tó ógvuliga toført móti Spania, og vit hava jú eisini eisini hvílidag færri, staðfestir enski venjarin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-07-11 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Spania hevur verið besta liðið í kappingini og gevur mótsstøðuliðunum nógvar trupulleikar. Vit hava tó ment okkum undir endaspælinum og skulu nú gera alt fyri at vera til reiðar til sunnudagin.

Gareth Southgate vísti á tíðindafundinum eftir dystin í gjár á, hvørjar avbjóðingar kunnu vera til stóra dystin sunnudagin; millum annað hvílitíð. Enski venjarin hevur verið fyri nógvum atfinningum, men nú var hann sum vera man fegin og lættur um hálvfinalusigurin í Dortmund, og at tað ikki varð neyðugt við longdari leiktíð fyri triðju ferð uppá tíggju dagar.

Spurdur um hví hann tók liðformannin og toppskjúttan Hary Kane út eftir 78 minuttir, svaraði Southgate, at áleyparin fekk ein snudd í sambandi við brotssparkið, ið hann tiltuskaði sær og skoraði uppá í fyrra hálvleiki - í Niðurlondum er man ikki fegin um, at hetta brotssparkið varð dømt eftir VAR-kanning.

- Eisini tørvaði okkum frísk bein. Foden og Kane spældu væl, men vit mettu, at hesaferð skuldu nakrar slíkar útskiftingar gerast áðrenn eina møguliga longda leiktíð.

Hoyr tíðindafundin hjá Gareth Southgate ovast

[object Object][object Object]

Innskifti Ollie Watkins gjørdist heilt stóra enska hetjan við góða áleyparamálinum í 91. minutti. Ein annar innskiftari, Cole Palmer, legði upp.

Sigursmálið ger, at Ongland sunnudagin skal spæla sína fyrstu finalu í einum stórum endaspæli uttanfyri egin landamørk. EM-finalan í 2021 var á Wembley, eins og hálvfinalan, og tá tapti Ongland. HM-finalan móti Vesturtýsklandi var í 1966, tá Ongland hýsti endaspælinum. Tað er einasta stóra steypið á manssíðuni hjá fótbólts heimlandið. Finalusigurin var á Vesturtýsklandi - sunnudagin kann "tað koma heim" við sigri á Spania í Berlin.

EM-hálvfinalurnar
Mikudagin 10. juli
20.00: Niðurlond - Ongland 1-2 (1-1)
7' Xavi Simons 1-0
18' Harry Kane, br. 1-1
90 (+1)' Ollie Watkins 1-2 

Sí eisini: Ongland enn einaferð í EM-finalu

Týsdagin 9. juli
Frakland - Spania 1-2 (1-2)
9' Randal Kolo Muani 0-1 
21' Lamine Yamal 1-1
25' Dani Olmo 2-1

Sí eisini: Spania feldi Frakland og er í finaluni

Sí eisini: Yamal tók EM-metið

EM-finalan
Sunnudagin 14. juli
20.00: Spania - Ongland (Berlin)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder