Undan hálvfinaluni millum Frakland og Spania varð Adrien Rabiot biðin um at úttala seg um spanska stórtalentið Lamine Yamal. Heldur umstríddi franski miðvallarin helt ikki, at spennandi vongurin heilt hevði víst seg enn á stóra pallinum.
"Tosa nú" kundi Yamal siga á Allianz Arena í gjárkvøldið. Hann fyllur 17 leygardagin og dagin eftir, skal Lamine Yamal spæla EM-finalu.
Barcelona-vongurin gjørdi sítt til, at Spania kom í sína fimtu EM-finalu. Eftir 20 minuttir setti hann júst Rabiot av og krúllaði bóltin í netið umvegis stongina úr beint undir 25 metrum.
Flotta málið og hæddarpunktini síggjast her
1-1 málið í München var nakað serligt (Myndir: EPA)
Skotið við vinstra beinið var vakurt, og fýra minuttir seinni var Yamal við í seinna og avgerandi málinum.
Lamine Yamal er nú greitt yngsti EM-málskjúttin nakrantíð. Sveisiski Johan Vonlanthen og Wayne Rooney hjá Onglandi vóru báðir 18 ár, tá teir skoraðu undir EM-endaspælinum í 2004. Renato Sanches var tað sama í 2016, tá portugisin skoraði móti Póllandi í 2016.
Annars hava bert menn, sum eru 19 ár og eldri skorað í einum EM-endaspæli. Nú gjørdi ein drongur, sum hevur síni skúlating við til Týsklands, bart. Sunnudagin skulu Yamal og liðfelagarnir spæla finala móti Onglandi ella Niðurlondum.
EM-hálvfinalurnar
Í gjár, týsdagin 9. juli
Frakland - Spania 2-1 (2-1)
9' Randal Kolo Muani 0-1 (K. Mbappe)
21' Lamine Yamal 1-1
25' Dani Olmo 2-1
Sí eisini: Spania feldi Frakland og er í finaluni
Í morgin, mikudagin 10. juli
20.00: Niðurlond - Ongland (Dortmund -sæst á TV2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald