Spania feldi Frakland og er í finaluni

16-ára gamla undirbarnið úr Katalonia við undirmálið í undirhaldandi fyrra hálvleiki. Yamal og hinir vunnu 2-1.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-09 22:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stúran var um, at hálvfinalan millum Spania og Frakland fór at vera ov taktisk og keðilig fyri tey, ið vildu hava fótbóltsundirhald. So var ikki í 1. hálvleiki.

Longu í 9. minutti legði Kylian Mbappé - uttan grímu - væl innfyri úr vinstru, og Kolo Munani stútaði í spanska málið. Fyrsta málið í opnum spæli hjá Fraklandi, sum var á finalukós.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Spania svaraði tó skjótt aftur, og var tað 16-ára gamli Lamine Yamal, sum við frálíkum vinstrabeinslangskoti í 21. minutti. Harvið gjørdist Barcelona-vongurin yngsti EM-málskútti nakrantíð.

Fýra minuttir seinni var hann við aftur í málið, har Dani Olmo við góðum nertingum í brotsteignum hevði høvuðsleiklut.

Hetta varð seinasta málið í ferðmikla dystinum. Frakland royndi, og millum annað Mbappé royndi seg, men Spania vísti styrki og skal spæla finalu sunnudagin.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

Tað verður móti Onglandi ella Niðurlondum. Tey spæla hálvfinalu klokkan 20 í morgin. Spania vann seinast í 2012 og eigur higartil trý EM-gull.

Í dag, týsdagin 9. juli
Frakland - Spania 2-1 (2-1)
9' R. Kolo Muani 0-1 (K. Mbappe)
21' Lamine Yamal 1-1
25' Dani Olmo 2-1

Í morgin, mikudagin 10. juli
20.00: Niðurlond - Ongland (Dortmund)

Finalan: Sunnudagin 14. juli kl. 20 í Berlin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder