Eitt fet nærri søguligum heiti. Hetta er veruleikin hjá Gareth Southgate og hansara monnum, nú tað er stórur fagnaður í fótbóltsins móðurlandi.
Ongland kom annars afturum tíðliga í dystinum, tá Xavi Simons sló til við frálíkum langskoti. Tað hevur til tíðir verið heilt tannleyst við bólti hjá onglendingum, men í 1. hálvleiki var trýst á hollendska málið, og longu í 18. minutti javnaði Harry Kane. Hetta var eftir brotsspark, sum Kane sjálvur vann. Liðformaðurin skoraði trygt úr ellivu metrum.
Foden og Kane út - teir spældu báðir sín besta EM-dyst higartil. Innskiftararnir Cole Palmer og Ollie Watkins gjørdu mun (Mynd: EPA)
Tað var maðurin, sum kom inn fyri Kane í 80. minutti, ið gjørdist avgerandi. Heilt stóra enska hetjan varð Ollie Watkins. Hann hevur havt eitt frálíkt kappingarár fyri Aston Villa, og beint sum yvirtíðin byrjaði, fann ein annar innskiftari - Cole Palmer - Watkins í brotsteinum. Hann vendi nakað til høgru og smekkaði bóltin í langa málhornið.
Øðiligur fagnaður á onglendingum (Mynd: EPA)
Flott mál og øðiligur enskur fagnaður, nú annað EM-finaluplássi á rað kom uppá pláss á dramatiska degnum í Dortmund. Stórur sigur fyri Southgate og hansara menn, sum hava verið fyri nógvum atfinningum seinastu vikurnar.
Seinni hálvleikur var annars ikki undirhaldandi, tí bæði liðini hildu eitt sindur aftur við støðuni 1-1. Innskiftarar hjá Onglandi gjørdu tó mun, og sunnudagin er Spania á skránni. Mótsstøðuliðið eigur trý EM-gull; Ongland hevur einki.
EM-hálvfinalurnar
Í dag, mikudagin 10. juli
20.00: Niðurlond - Ongland 1-2 (1-1)
7' Xavi Simons 1-0
18' Harry Kane, br. 1-1
90 (+1)' Ollie Watkins 1-2
Í gjár, týsdagin 9. juli
Frakland - Spania 1-2 (1-2)
9' Randal Kolo Muani 0-1
21' Lamine Yamal 1-1
25' Dani Olmo 2-1
Sí eisini: Spania feldi Frakland og er í finaluni
Sí eisini: Yamal tók EM-metið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald