Fótbóltur

- Eru heilt víst farnir til Lettlands fyri at vinna

Um vit raka okkara toppstig, eru vit sera góður, staðfestir Jann Benjaminsen. B36-liðformaðurin er tó greiður yvir, at tað verður ein trupul uppgáva mikudagin, og at evropesiku dystirnir liva sítt egna lív.

- Føroyskur fotboltur stendur av álvara saman, tá ið dystirnir í Evropa fara av bakkastokki (...) teir minna um steypakapping, tí tað eru bert tveir dystir, tað ræður bert um at koma viðari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Føroyskur fotboltur stendur av álvara saman, tá ið dystirnir í Evropa fara av bakkastokki (...) teir minna um steypakapping, tí tað eru bert tveir dystir, tað ræður bert um at koma viðari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-09 10:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið fór nærum fullfermt flogfar hjá Atlantic Airways úr Vágum við kós ímóti Riga. B36 skal í morgin, mikudagin 10. juli, spæla fyrra dystin í fyrra dystinum í Conference League. Hósdagin 11. juli spælir Víkingur eisini í Lettlandi, og liðini leigaðu flogfar saman. Hetta hóvar Jann Benjaminsen.

- Føroyskur fotboltur stendur av álvara saman, tá ið dystirnir í Evropa fara av bakkastokki. At vit ferðast saman við Víkingi er heilt fínt, og tað at vit fáa eina ferð, sum ikki hevur millumlending og bíðitíð á flogvallum, ger, at kroppurin ikki gerst eins drenaður. Tað er tungt fyri kroppin at ferðast og tískil er hendan ferðin við privatflogfarið sera góð.

Sí eisini: B36 og Víkingur komnir til Lettlands

Liðformaðurin hjá B36 og hansara liðfelagir kunnu nú hugsavna seg og fyrireika seg í Riga, har FK Auda tekur ímóti. Tað er eitt ókent mótsstøðulið fyri B36, sum sjálvandi hevur hugt uppá liðnum á 5. plássi í lettisku deildini.

-Vit hava serliga hugt eftir okkara strukturi, hvussu vit skulu dekka upp fyri ti, sum teir koma við, og hvussu vit kunnu revsa teir. Dystirnir i Europa minna um steypakapping, tað eru bert tveir dystir og tað ræður bert um at koma viðari.

[object Object]
Jann Benjaminsen og hinir B36'arnir í sama flogfari saman við Geza David Turi og hinum víkingunum í gjárkvøldið. - Tað er tungt fyri kroppin at ferðast, og tískil er hendan ferðin við privatflogfarið sera góð, sigur Jann (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein sigur í fyrra dystinum kann merkja nógv, staðfestir Jann, tá Portalurin tosar við hann. 27-ára gamli bakkurin viðurkennir tó eisini, at tað kann gerast tungt, og at ein javnleikur kann verða nøktandi undan seinna dystinum í Føroyum.

- Vit fara niður til Lettlands við sjálvsaltið. Vit vita, at tað verður ein trupul uppgáva men vita eisini, um vit raka okkara toppstøði, so eru vit sera góðir. Tað ræður um at faa eitt gott útgangsstøði til heimadystin. Vit eru heit vist farnir niður til Lettland fyri at vinna dystin, men eru eisini greiðir yvir, at tað er stórur munur at spæla á heima og útivølli í Evropa. Tískil kann ein javnleikur eisini metast at vera eitt okay utgangsstøði til heimadystin.

Nýgifti B36'arin setur til seinast orð á tað serliga við at spæla í evropeisku kappingunum; nakað sum B36 hevur loyst væl nógv av seinastu árunum.

- Summarævintyrið í Europa livur sitt egna liv. Tað er sera umráðandi fyri bæði okkum i hopinum, felagið og eisini føroyskan fotbolt. Vit møta liðum sum ikki kenna okkum, og tiskil er onkuntið nemmari at loypa ein hvøkk á mótstøðuliðini. Føroyska kappingin er sett á pausu, og nú hugsavna vit okkum bert um Evropa og at spæla okkum víðari. Vil at enda nýta høvið at ynskja føroyskum fótbólti eitt gott evropeikst summar.

UEFA Europa Conference League 1. umfar - fyrri dystirnir
Mikudagin 10.07
20.00: Auda - B36

Hósdagin 11.07
16.00: FK Liepaja - Víkingur

Les eisini: B36 og KÍ leggja til brots mikudagin

[object Object]
Í fjør spældu Jann Benjaminsen og B36 seg víðari móti mótsstøðu úr Estlandi og úr Wales (Mynd: Ingi Arge)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder