Dysturin í Fuglafirði leygardagin var tann seinasti áðrenn summarsteðgin í Betrideildini. Tað verður eingin føroyskur fótbóltur á hægsta stigi fram til ólavsøku ella møguliga nakrar dagar longur - veldst um NSÍ sigur ja til tilboðið hjá B68 um dyst á Tórsvølli ólavsøkudag.
Evropisku kappingarnar 2024/2025 fara tó í gongd nú. KÍ skal spæla Champions League í øllum førum hesa vikuna og í næstu viku, og B36 og Víkingur fara at royna at koma koma víðari í Conference League. HB kemur sum steypavinnari ikki inn í kappingina fyrrenn í 2. umfari. Dystirnir móti Hadjuk Splidt liggja 24. juli og 1. august.
Saman til Lettlands
B36 og Víkingur skulu bæði hitta lið úr Lettlandi. Hendan er styrkismett eitt pláss omanfyri Betrideildina - bygt á evropeisk úrslit seinastu fimm árini.
Magne Hoseth og B36 skulu royna seg móti FK Auda, sum hevur verið í bestu deildini í tvey og eitt hálvt ár. Eftir at hava vunnið steypakappingina í 2022 spældi felagið úr Riga-økinum á fyrsta sinni í Evropa í fjør -fór út beinanvegin. Teir eru lettiskir bronsuvinnarar og liggja á 5. plássi eftir 22 umfør í 2024.
Mótsstøðuliðið hjá Víkingi eitur FK Liepaja. Tað merkisverda her er, at Liepaja liggur aftast (nummar 10) í heimligu kappingini í løtuni. Liðið hevur vunnið ein dyst síðani 14. apríl, og harvið er støðan heilt øðrvísi enn tann hjá føroyska oddaliðnum. Liepaja hevur tó heintað eini 15 nýggjar spælarar í flytingarvindeyganum og hevur nøkur rímiliga góð evropeisk úrslit at vísa á.
Av tí at bæði B36 og Víkingur skulu til Lettlands, so hava feløgini avrátt at ferðast saman. Leiguflogfar fer til Riga í kvøld, har fleiri fjepparar hjá feløgunum vera við. Síðani fara víkingarnir víðari til triðstørsta býin í Lettlandi, har teir spæla ein dag seinni enn B36. Flogið verður aftur til Føroyar hóskvøldið.
UEFA Europa Conference League 1. umfar - fyrri dystirnir
Mikudagin 10.07
20.00: Auda - B36
Hósdagin 11.07
16.00: FK Liepaja - Víkingur
Flúgvandi eysturbúgvarnir fara á flog úr Føroyum í kvøld - saman við B36-hópurin (Mynd: Jens Kr. Vang)
KÍ hevur vitjan úr Luksemborg og nógv at liva upp til
KÍ hevur bert tapt ein av sínum seinastu tólv evropeisku heimadystum í vanligari leiktíð, og fleiri heilt góð feløg hava vitjað her seinastu árini.
Í fjør gjørdist evropeiska ævintýrið langt. Tað er ógvuliga nógv at krevja, at KÍ í 2024 skal liva upp til tað, sum liðið gjørdi í 2023, men tað er ógvuliga týðandi at koma víðari úr 1. umfari í Champions League: Hetta í mun til møguleikarnar víðari, styrkisstig og ta fíggjarliga.
Differdange hevur seinastu árini spælt fleiri tættar evropeiskar dystir - tey bæði seinastu árini móti liðum úr Slovenia. Felagið hevur heintað fleiri spælarar í sumamr. Differdange er ikki í kapping nú, tí tað koyrir frá summar til summar í Luksemborg. Hetta kann vera ein fyrimunur fyri Espen Haug og hansara menn, sum skulu hava gott útgangsstøði við til útidystin.
UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald