2025-11-22 22:07
Við hjálp frá einum stuðlandi unnusta og eini stuðlandi familju, so fer tað nokk at ganga at spæla um heimsmeistaraheitið og samstundis hava ein nýføðing á síðulinjuni ella heima á hotelkamarinum.
Tað sigur føroyski málverjin, Annika Fríðheim Petersen, sum hevur hildið ein støðg á landsliðnum orsaka av barnsburði.
Nú er hon til reiðar aftur, og er spent upp á at sleppa í gongd aftur í Trier í Týsklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald