Fótbóltur

Fantastiskt at vit eru byrjaði at spæla fótbólt aftur her

Eitt filmslið var í Klaksvík í vikuskiftinum fyri DR1, í samband við at Betrideildin byrjaði aftur í vikuskiftinum - Jóannes Bjartalíð var í miðdeplinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-05-13 09:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Betrideildin hjá monnum fór í gongd í vikuskiftinum hevur á nógvan hátt vakt ans uttanfyri landoddarnar. 

Serliga er tað TV2 Norge, ið keypti rættindini til tey fyrstu 12 umførini, og sum hevur gjørt nógv burturúr við studio, "Premier League-viðmerkjarum", leikaraprofilum, Fantasy Færoyene o.ø. Hetta hevur fingið áhugan stóran í Noregi.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð var í Horisont hjá DR1 í samband við at Betrideildin byrjaði aftur í vikuskiftinum

Horisont hjá DR 1, sum hvørt týskvøld lýsir ymisk viðurskifti kring heimin, hevur havt eitt filmslið til venjing hjá KÍ og heima hjá Jóannesi Bjartalíð.

Fylgt varð við ársins leikara í Betrideildini 2019 í samband við seinastu venjingini undan dystinum móti B36 leygardagin, undan sjálvum dystinum, og familjan Bjartalíð sást eisini heima við hús undir dystinum, har tey spent fylgdu við.

Stutt samrøða var eisini við Mikkjal Thomassen, og ymsir klakvíkingar vóru stutt spurdir um støðuna, nú fótbólturin byrjaði aftur, men eingir áskoðarar sluppu inn til dystin.

Sí brotið úr Klaksvík omanfyri

Sí alla sendingina her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder