– Føroyaleikir eru komnir fyri at vera
Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, millum annað, tá endahátíðin fyri Føroyaleikunum 2022 varð hildin í gjárkvøldið.
- Føroyaleikir eru komnir fyri at vera. Hetta eru føroysku Oyggjaleikirnir, sum vit kunnu halda tey árini, Oyggjaleikirnir ikki eru. Og tit hava øll stórt rós uppiborið fyri at fylla hetta tómrúmið út – og við hesi gongdini fara Føroyaleikirnir at vaksa seg til eitt fullgott alternativ til Oyggjaleikirnar.
- Seinastu árini við korona hava havt sína ávirkan á ítróttin og vit væntaðu tí eitt brak av eini ítróttarkapping, nú Covid19 ikki er ein forðing meira. Og so varð. Tað hepnaðist væl um alt landið. Tit hava havt góðar stuðlar og kommunurnar, sum hava hýst Føroyaleikunum, hava víst einastandandi vælvild, segði hann sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
(Mynd: Torshavn.fo)
Borgarstjórin legði afturat, at undirtøkan fyri Føroyaleikunum hevði verið góð, og var eingin ivi um, at leikirnir verða mentir við enn betri kørmum, størri møguleikum og útlendskum vitjandi.
–Eingin ivi er heldur um, at við Føroyaleikunum fáa vit góða kappingarsvenjing og hollan lærdóm, sum eisini fer at hækka støðið á Oyggjaleikunum, segði hann.
Heðin Mortensen segði, at tað at skipa fyri Føroyaleikir eisini gevur Føroyum betri fortreytir fyri sjálvi at skipa fyri Oyggjaleikunum.
- Venjingarliga hevur ein tílík kapping ómetaligan týdning – sosialt er hon heilt einastandandi. Og eingin ivi er um, at ein tílík kapping økir okkara førleika og sjálvsálit at skipa fyri og standa fyri – og tá er ongin uppgáva ov stór.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald