
- Eg eri sum heild ógvuliga væl nøgdur við avrikið og úrslitið. Hetta gevur eina ró til seinna dystin.
Hetta staðfesti Claus Mogensen stutt eftir 36-26 sigurin á Litava í gjár. Talan var um fyrra røkkstøkkdystin (HM play-off dystin). Føroyska liðið skal hugsavna seg á sama hátt til seinna dystin, sigur venjarin við Portalin.
- Vit seta á null nú og fara til Litava fyri at vinna tann dystin eisini. Tað eru helst nøkur stig uppá spæl, í mun til styrkismeting framyvir eisini.
Sí eisini - samrøður eftir dystin:
Jana Mittún: Eg eri næstan málleys um stuðulin
Marita Mortensen: - Vit loystu upp fyri nervunum
Lív Poulsen: - Hetta var ein stuttlig uppliving
Vit spurdu 52-ára gamla venjaran, hvat hann var serliga nøgdur við og eisini minni nøgdur við í dystinum. Tað snúði seg serliga um skotini í seinna førinum.
- Álopsspælið fleyt væl í dag, og vit skaptu nógvar møguleikar. Eg haldi, at einasta orsøkin til, at Litava veruliga hevur momentum í byrjanini er, at vit ikki skora nóg væl uppá okkara møguleikar. Tað vit byrjaðu at fáa rútmu í okkara skot, so fóru vit so líðandi frá Litava. Vit skulu líka venja okkum við teirra stóra málverja, men vit koma at møta betri og væl betri verjum eisini - vit skulu vera dugnalig til at tillaga okkum til mótstøðuliðini, og tað gjørdu Føroyar væl gjøgnum hedan dystin.
Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar fingu bilbukt so líðandi og talan varð um nógv flott føroysk álop og mál (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyska liðið skuldi eisini venja seg til kringumstøðurnar. Men við so nógvum spentum fjepparum á áskoðaraplássinum, so var tað nakað serstakt, heldur venjarin. Eins og í Basel kann hann bert rósa føroysku fjøldina og staðfesta, at hetta sanniliga gevur nakað eyka til liðið - ikki bert til einstakar dystir.
- Tað var heilt fantastiskt at standa har við síðulinjuna. Men tað var sjálvandi uppaftur feitari hjá spælaranum innanfyri strikurnar. Tað er eitt fólk, sum dugir og megnar ógvuliga væl at stuðla teirra hondbóltskvinnum. Tað er slíkt, sum gevur uppaftur størri mót uppá framtíðina og uppá at man vil meira. Hetta var eitt ógvuliga gott kvøld fyri føroyskan hondbólt
Sí eisini: Hetta eru meira enn fjepparar - hetta er ein felagsskapur
Føroysku spælararnir takka føroysku áskoðarunum (Myndir: Sverri Egholm)
Sí eisini - fleiri myndir: Hetta er háborg føroyinga
Menningarmøguleikarnir eru har - fleiri skulu á hægri stig at spæla
Hjá Føroyum eru tær flestu ógvuliga ungar, í mun til at spæla vaksnamannahondbólt á høgum stigi. Portalurin spurdi Claus Mogensen, hvar yvirleggjarin er fyri føroyska liðið.
- Tað er eitt sindur trupult at siga. Men vit royna at gerast betri, hvørjaferð vit eru savnaði. Givið er, at um vit skulu heilt upp at stríðast við tey stóru londini, so skulu vit hava spælarar sum menna seg so at teær koma at spæla í feløgum, sum spæla evropeiskan hondbólt - helst Champions League við stórum dystum. Tað er tað eisini avgjørt møguleikar fyri, men tað er bara spurningurin, hvussu ymisku spælararnir menna seg.
- Hetta eru ungar kvinnur, og tað eru eisini nógvar ógvuliga spennandi í ungdómsárgangunum. So tað eru góð tekin fyri føroyska hondbólt. Vit kunnu enn gerast væl betri. Tað snýr seg um blíva við at fáa royndir í dystum á høgum stigi og um at gera tey røttu tingini.
Føroyska liðið hevur samanumtøku í dag, hondbóltsvenjing aftur í morgin og í annaðkvøld er fráferð til Litava. Seinni dysturin í play-off umfarinum verður spældur sunnudagin 13. apríl klokkan 14 føroyska tíð. Portalurin verður við á ferðini.
Sí eisini: HM-plássið ikki bara hómast í havsbrúnni
-------------------------------------------------------------------------
Fyrri HM-play off dysturin (røkkstøkkdystur)
Mikudagin 9. apríl við Tjarnir
Føroyar – Litava 36-26 (15-11)
Dystargongdin:
05 min: 2-2
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 9-9
25 min: 11-10
30 min: 15-11
35 min: 17-15
40 min: 23-18
45 min: 26-20
50 min: 28-21
55 min: 33-24
60 min: 36-26
Sí dystarfrágreiðing á kvøldinum: Føroyar fillaðu Litava við 10 málum
Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 9 mál - Dagsins spælari og flest upplegg
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4 mál
Marita Mortensen 3 mál
Karin Egholm 3 mál
Pernille Brandenborg 3 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 mál
Rannvá Olsen 2 mál
Fríða Nolsøe Olsen 2 mál
Elsa Egholm 1 mál
Bjargingar:
Rakul Wardum 5 - 23 skot (22 prosent)
Silja Arngrímsdóttir Müller 1 - 9 skot
Føroyar og Litava spæla seinna røkkstøkkdystin í Jonava sunnudagin klokkan 14 føroyska tíð. Portalurin verður við á ferðini í morgin, fríggjadagin. Í dag hevur føroyska liðið restitutión og samanumtøku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald