Hondbóltur

- Hetta eru meira enn fjepparar - tað er ein felagsskapur

Claus Mogensen, landsliðsvenjari, lýsir í ljóðsamrøðu eina rørandi løtu eftir søguliga EM-javnleikin í gjár. - Talan var um eitt framúrskarandi verjuavrik(...) iðra okkum eitt sindur, um at tað ikki varð ein sigur, men tað er mest stoltleiki.

- Áskoðararnir kendu seg jú líka nógv part av hesum, sum spælararnir gjørdu. Og júst hetta havi eg ikki upplivað áður. Tað staðfesti Claus Mogensen, sum eisini setur orð á tær avbjóðingarnar Føroyar høvdu við at skora mál (Mynd: Sverri Egholm)

- Áskoðararnir kendu seg jú líka nógv part av hesum, sum spælararnir gjørdu. Og júst hetta havi eg ikki upplivað áður. Tað staðfesti Claus Mogensen, sum eisini setur orð á tær avbjóðingarnar Føroyar høvdu við at skora mál (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-02 10:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): Danin tók við sum høvuðsvenjari á sumri í fjør, og síðani sær tað út til at hava verið meira støðufesti og ein ávís menning á kvinnulandsliðnum.

Í gjár fingu Claus Mogensen, hjálparvenjarin Simon Olsen, liðið og tey rundanum sítt greitt størsta úrslit higartil. Venjarin segði við Portalin í høllini, at serstaka løtan eftir seinasta bríksl móti vísti, at hetta ikki bert var ein vanligur hondbóltsdystur - og nakrir vanligir fjepparar.

- Hetta er ein sterkur felagskapur, og man sá og merkti hvussu nógv hetta hevði at siga. Tað var rørandi. Áskoðararnir kendu seg jú líka nógv part av hesum, sum spælararnir gjørdu. Og hetta havi eg ikki upplivað áður.

[object Object]
"Hvíti múrurin" er føroyski fjepparaskarðin í eina horninum í stóru høllini skýrdur. Tey gjørdu sanniliga sítt í gjár aftur - nógv av hesum kenna nógvar av teimum á liðnum heilt væl (Mynd: Sverri Egholm)  

Hóast Claus beinanvegin viðurkendi, at man iðraði seg um, at tað ikki endaði við einum sigri á Kroatia, nú møguleikarnir vóru har, so var hann fyrst og fremst errin av sínum spælarum.

- Verjuspælið var framúr, og tær koma til skot úr støðu,, sum vit ynsktu. Serliga vóru tað Pernille og Brynja (miðverjan) og Annika (málverjin), sum vístu høgan klassa.

Hoyr annars Claus Mogensen seta orð á støðuna við brotskøstum (fýra brend), hvørji høvuðbrýggj Kroatia gav Føroyum, og hvussu hann annars upplivdi dystin - hetta ovast inni í greinini: Á bjálkanum.

Sí alt tilfarið eftir 17-17 dystin niðanfyri

------------------------------------------------------------------

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
2. umfar - sunnudagin 01.12 í St. Jakobshalle
Føroyar - Kroatia 17-17 (8-9)

Dystargongdin: 

5 min: 1-2
10 min: 2-4
15 min: 4-6
20 min: 6-8
25 min: 7-8
30 min: 8-9
35 min: 10-11
40 min: 12-13
45 min: 14-15
50 min: 15-15
55 min: 17-16
60 min: 17-17

Stutt dystarfrásøgn: Føroysku kvinnurnar stríddu seg til EM-stig

Føroysku málskjúttarnir: 
Turið Arge Samuelsen 5 mál
Jana Mittún 5 mál
Pernille Brandenborg 4 mál
Anna Eisabeth Halsdóttir Weyhe 2 mál (Tvey brotskøst)
Súna Krossteig Hansen 1 mál

Bjargingar: 
Annika Fríðheim Petersen 17/31 (54 prosent) - Dagsins spælari
Rakul Wardum 1/3 (Var inni til trý brotskøst - 33 prosent)

Fleiri hagtøl síggjast á eurohandball.com

Sí eisini: Annika og verjan vóru ótrúlig

Myndir: 
Sungu seg heit í Sveis (til upphitingina)
Søta EM-stigið í Sveis (allar myndirnar úr høllini)
Tær á føroyska liðnum stórliga fagnaðar (eftir dystin - á fjepparastaðnum) 

Samrøður: 
Turið Arge Samuelsen: - Eitt tað vakrasta eg havi verið við til
Annika serliga errin av at verjan stóð saman
Elsa Egholm: - Vit eru heilt har uppi nú

Annita á Fríðriksmørk: - Merkir alt fyri føroyska liðið at stuðulin er so stórur (til upphitingina)
Stoltar og spentar systrar til EM (undan dystinum)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder