Hondbóltur

Merkir alt fyri føroyska liðið at stuðulin í Sveis og heima er stórur

Hetta heldur Annita á Fríðriksmørk, fjeppari og mamma at Brynhild Pálsdóttir. Í sambandi við seinastu dystarupphitingina segði hon, at tað var "hárreisandi". - Var ikki í Berlin og iðraði meg nógv. Hoyr ljóðsamrøðu.

Seinnpartin spæla Føroyar móti Kroatia - til upphitingina i sambandi við dystin móti Sveis setti Annita á Fríðriksmørk orð á tað at vera til EM: Sum føroyingur og sum mamma (Mynd: Sverri Egholm)

Seinnpartin spæla Føroyar móti Kroatia - til upphitingina i sambandi við dystin móti Sveis setti Annita á Fríðriksmørk orð á tað at vera til EM: Sum føroyingur og sum mamma (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-01 10:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): Tíðliga seinnapartin - frá klokkan 13 lokala tíð - verður aftur dystarupphiting á Lehenmattstrasse 353, sum er heilt tætt við dystarhøllina.

Føroysku fjeppararnir fara at royna at gera seg heilt til reiðar áðrenn farið verður til annan EM-dystin, sum verður móti Kroatia klokkan 14.30 føroyska tíð. 

Les upptakt her: Skulu royna at knógva Kroatia seinnapartin

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
2. umfar - sunnudagin 01.12 í St. Jakobshalle
14.30: Føroyar - Kroatia

Sí eisini: Føroysk frambrot seta dám á Sveis (Myndir)

Tað verður við trummum og tí heila, og Annita á Fríðriksmørk verður ein av fjepparunum.

Fólkaskúlalærarin og politikkarin er av Strondum, men hevur hon leingi verið búsitandi í Hoyvík. Bæði eru at rokna sum "hondbóltsstøð", og Annita setur stutt orð á, hvussu nógv EM hevur at siga fyri føroyskan hondbólt - og eisini hvussu nógv tað merkir fyri kvinnurnar at hava stóran stuðul á staðnum og í Føroyum.

[object Object]
Føroysku áskoðarnir ærla at gera uppaftur meira vart við seg i dag - Annita sæst mitt í rokanum her undir dystinum móti Sveis, tá Føroyar vóru á veg inn í dystin aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Annita var ikki til EM hjá monnum í Berlin í januar, og tað "irðar hon seg grøna um".

Nú skuldi tað verða, og tað hongur sjálvandi eisini saman við, at Annita á Fríðriksmørk er mamma at 21-ára gomlu Brynhild Pálsdóttir.

[object Object]
Brynhild í dystinum móti Sveis (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyr prátið við Annitu í breddanum ovast.

Sí eisini: Hanna úr Klaksvík hjálpir føroyska liðnum í Basel

Sí eisini: Fótbóltsspælarar í Sveis og stuðla føroyska EM-liðnum

Sí myndir frá fyrstu upphitingini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder