Basel, Sveis (Portalurin): Hon kom fyrstu ferð til Sveis í 1987. Nakrar mánaðar seinni - í januar 1988 - var Hanna Thomsen aftur, og er hon ikki flutt aftur til Føroya.
Klaksvíkingurin hevur búð í Sveis í útvið 37 ár. Hon er gift Heiniger og hevur tvey børn og ommubørn. Hanna býr umleið tveir tímar úr Basel, men í hesum døgum er hon fast her.
Hetta er í sambandi við, at heitt er á Hannu Heiniger um at vera "guide" (eitt slag av ferðaleiðara) hjá føroyska kvinnulandsliðnum í sambandi við EM-endaspælið - hon hevði líknandi uppgávu, tá Føroyar vitjaðu Sveis til HM undan-undanumfar í 2018.
Fyri Portalinum greiðir Hanna frá, at tað í stóran mun snýr seg um "smáting", so sum lyklar til skiftingarrúm. Talan er um praktisk ting. Tað ger helst ikki støðuna verri fyri føroysku leguni, at man hevur ein føroying við sær.
- Haldi í øllum førum at tær tykjast glaðar fyri, at tær kunnu tosa føroyskt.
Til dystin í gjár, ið Sveis vann 28-25, sat Hanna Heiniger millum sveisisku áskoðararnar í reyðum klæðum - sum sveisiska honbóltssambandið hevur útvegað henni - men við Merkinum. - Tað var "fantastiska spennandi"
Hanna var seinast í Føroyum og vitjaði á sumri í fjør. Hon savnast javnan - eina ferð um mánaðin - við øðrum føroyingum, ið búgva í Sveis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald