
Basel, Sveis (Portalurin): - Tað er ikki bert hondbóltur, sum føroyska liðið skal hugsavna seg um og møta upp til í Sveis. Annað fyllur eisini, og seinnapartin var stórt tiltak fyri stuðlum, miðlum og politikkarum, sum Hondbóltssambandið skipaði.
Hetta var á stóra spælaragistingarhúsinum, har nakað av ábiti var. Claus Mogensen, landsliðsvenjari, legði síðani fyri við at greiða eitt sindur frá undankappingini, og hvussu man sá uppá støðuna í endaspælinum.'
Síðani høvdu Aksel V. Johannesen og Sirið Stenberg røður. Løgmaður treiv fyrst í søguna hjá hondbóltinum í Føroyum - sum byrjaði við kvinnum fyri yvir 90 árum síðani. Síðani rósti hann bæði liðnum og Hondbóltssambandinum fyri serliga áræði.
Landsstýriskvinnan í Almanna- og Mentamálum tosaði um, hvussu tað kendist, tá Føroyar komu til EM-endaspælið, og at hetta eru týðandi varðar, sum eru lagaðir nú. Eins og løgmaður, kom forkvinnan í Tjóðveldi inn á dystin í gjár, og hvussu væl føroysku kvinnurnar komu aftur í dystin.
Sí nakrar myndir, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri:
-
Andrass Thomsen
-
Jógvan Emil Nielsen, HSF-nevndarlimur og Ári Rouch, miðlasamskipari í HSF
-
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Lukka Arge og Elsa Egholm
-
-
Landsliðspælarar her í práti við umboð fyri Føroya banka samtakið
-
Claus Mogensen, venjari
-
-
Løgmaður, Aksel V. Johannesen
-
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald