Hondbóltur

Fótbóltsspælarar í Sveis og stuðla føroyska EM-liðnum

Ljóð: - Tað er fantastiskt at síggja, at hondbólturin blómar og stuttligt at fylgja við, sigur Bartal Wardum, stóribeiggi landsliðsmálverjan Rakul Wardum. HB-liðfelagin Leivur Guttesen vildi uppliva eitt endapæl afturat.

Bartal Wardum og Leivur Guttesen vunnu finaluna um Løgmansteypið fyrr í mánaðinum. Næstu viku verða

Bartal Wardum og Leivur Guttesen vunnu finaluna um Løgmansteypið fyrr í mánaðinum. Næstu viku verða "Kyndla-menninir" í Basel (Mynd: Agnar Prestá)

2024-11-27 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin):

Teir eru HB'arar, sum fyrst í mánaðinum vunnu kappingina um Løgmanssteypið, og sum nú hava eitt sindur frí frá fótbólti.

Hana nýta teir millum annað til nakrar dagar í Sveis. Bartal Wardum og Leivur Fossdal Guttesen hava spælt fyri Kyndil sum ungir og hava altíð fylgt hondbólti - Bartal millum annað tí at systur hansara, Rakul Wardum, er farin á honbóltsleiðina.

22-ára gamli málverjin fór sum blaðung niður á hondbóltseftirskúla í Skanderborg og spælir nú fyri Ringkøbing í bestu donsku deildini. Rakul hevur verið á A-landsliðnum í nøkur ár, og átti hon - sambært EHF - allarbestu bjargingina í undankappingini.

Sí eisini: Rakul hevði eina av bestu bjargingunum í undankappingini (Video)

Sí eisini: Rakul vil ikki rósa sær sjálvari

[object Object]Systkini Rakul og Bartal Wardum (Mynd: Agnar Prestá)

Beiggin, ið er fimm ár eldri, valdi fótbólt, og hevur Bartal Wardum verið umráðandi spælari í HB-miðverjuni í nógv ár. Hann og 22-ára gamli liðfelagin Leivur Guttesen vóru báðir í Berlin í januar eisini og vóna sjálvandi, at stig kunnu koma á kontuna aftur. 

Vit tosaðu við teir báðar við viðførisbandið - Hoyr samrøðuna ovast í greinini. 

[object Object]

Bartal Wardum og Leivur Guttesen (Mynd: Agnar Prestá)

Sí eisini: Á gáttini til nýtt ævintýr (Myndir av flogvøllinum í Sveis)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder