Basel, Sveis (Portalurin): Stutt fyri klokkan níggju fór flogfarið við føroyska ferðalagnum úr Vágum.
Leigutúrurin hjá Atlantic Airways gekst væl, og stutt fyri middag (føroyska tíð - 12.40 lokala tíð) setti RC 420 seg í Basel.
Spælarar, venjarar, leiðarar, HSF-umboð, stuðlar, familja og fjepparar stóðu eina løtu og bíðaðu og prátaðu við viðførisbandi. Nú eru tey farin í nakrar ymiskar ættir - tó er eingin, sum fór gjøgnum útgongdina á flogvøllinum, sum fer til Fraklands. Basel er beint við franska markið og eisini týska markið.
Yvirlit yvir føroyska hópin sæst við at trýsta á myndina
Spælarar og HSF-umboð búgva á einum gistingarhúsi miðskeiðis í býnum, og onnur búgva á nøkrum ymiskum. Eitt rímiliga stórt “føroyingahotell” verður í stóra sveisiska býnum.
EM-hópurin hevur nakað av almennari myndatøku og upptøkum á skránni seinnapartin, og í kvøld verður taktiskur fundur í kvøld. Í morgin verður venjing í stóru dystarhøllini. Hinir føroyingarnir skulu finna seg til rættis á staðnum í Sveis.
Sí nakrar myndir sum Sverri Egholm tók á flogvøllinum í Vágum og Sveis niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald