Fótbóltur

»Føroyskur Fótbóltur 2023« fæst nú kring landið

Árbókin tekur smaan um eitt sera hendingaríkt fótbóltsár.

2023-12-01 14:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Árbókin "Føroyskur Fótbóltur 2023" er útkomin. Í bókin verður tikið saman um eitt sera hendingaríkt fótbóltsár.

Greitt verður frá gongdini í Betrideildini hjá monnum og kvinnum, tikið verður saman um avrikini hjá feløgunum, profilar og ungir spælarar verða umrøddir, og nógv verður eisini gjørt burtur úr altjóða fótbólti – ikki minst avrikinum hjá KÍ í Europa.

Í bókini eru greinar, hagtøl, yvirlit og nógvar góðar myndir.

Sosialurin gevur "Føroyskur Fótbóltur 2023" út. Bókin er 200 blaðsíður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder