2019-06-13 09:39
Franski stjørnuáleyparin hjá Atletico Madrid Antoine Griezmann hevur boðað frá, at hann ikki spælir í Atletico Madrid komandi kappingarár. Tað sama hevur felagið gjørt, men enn hevur einki verið at frætt um hvar Griezmann spælir.
Sambært stjóranum í Atletico Madrid er tó einki ivamál. Griezmann spælir við Barcelona komandi kappingarár.
Miguel Ángel Gil Marín segði við spansktútvarp, at hann hevur vita síðani mars mánað, at Griezmann fer at spæla við Barcelona.
Væntandi fer Griezmann at kosta áleið 900 milliónir krónur hjá Barcelona at keypa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald