Í nýggjum tátti seta vit ítróttarfólki fimm spurningar. Her rundanum jólini tosa vit við fleiri íðkarar.
Sissal Thomsen, Tórshavn
09,mai,2001
Badminton (HBF/Føroyar)
1. Hvat er tað, sum er serliga gott við tí ítrottargreinini, ið tú íðkar?
- Tað sum eg haldi vera sera gott við badminton er, at eg bæði havi møguleikan at spæla saman við øðrum ella vera einsamøll á bananum og hava alla ábyrgdina sjálv.
2. Hvørja ítrottargrein hevði tú gjørt, um tú ikki íðkaði badminton?
- Eg gekk til estetiskan fimleik i nøkur ár, til eg var 13, so eg vænti, at eg enn hevði íðka fimleik, um eg ikki var noydd at stegða vegna badminton. Men eisini dámar mær væl at spæla flogbólt, tað havi eg altíð hildi verða stuttligt.
3. Størsta løtan hjá tær sum ítrottarfólk?
- Eg var til Reykjavík international Games í februar 2019. Til hesa kapping gekk tað sera væl, og eg gjørdist millum annað nr. 1 í damusingle fyri u19. Hetta gjørdi, at eg bleiv heiðra sum besti kvinnuligi leikarin í kappinguni. So tað var ein stór løta fyri meg.
4. Hvussu nógv fyllur ítrotturin á jólum?
Vit hava vant sera hart upp til jóla og høvdu okkara seinastu venjing 19. Des, og havi nú fingið frí i feriuni. Men tó hava vit enn møguleikan at venja í badmintonhølluni, so tað geri eg fyri at halda venjingina við líka.
5. Hvussu heldur tú annars jól?
Haldi jólaftan saman við mínari føroysku familju. Mamma mín er úr Sandavági, so tey flestu jóluni vera hildin har, eisini í ár. Pápi min er úr Danmark, so 1. jóladag hava vit danskan jólafrokost heima hja okkum, har fleiri úr familjuni koma at vitja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald