- Vit fáa eitt keðiligt reytt kort, sum vit halda vera bíligt. Teir høvdu eitt øðiliga appelsingult kort stutt áðrenn, so haldi faktiskt tað er ótrúligt, at dómarin dømir reytt kort fyri sovorit lítið...hann (Emil Weihe Joensen, red.) hevur kanska beinið høgt, men hann kemur ikki við nakrari ferð ella nakað sum helst. Um hatta er reytt kort, so eru ræðuliga nógvar duellir, sum skulu geva reytt kort.
Soleiðis segði Petur Knudsen við Rúna á Reynatrøð í viðtalu eftir 2-0 ósigurin í 2. Conference League-dystinum. Har fekk NSÍ vánaligt útgangsstøði undan seinna dystinum, sum verður í Slovenia.
NSÍ-liðformaðurin heldur annars, at liðið sat á dystinum áðrenn reyða kortið tíggju minuttir eftir steðgin og eisini hevði tamarhald og var vandameiri leingi aftaná
- Føla vit hava gott tak á teimum og spæla ein betri dyst enn teir móti Hamrun. Um vit fáa fyrsta málið, og helst tíðliga, í Slovenia, so ber alt til, sigur Petur Knudsen.
28-ára gamli vongurin er ikki bergtikin av dómaravrikinum, og vísir millum annað á, at Igor Boșca úr Moldova hevði arrogant huglag, at kolldømda NSÍ-málið í 2. hálvleiki var óskiljandi, og at dómarastigi í teimum trimum evropeisku dystunum hjá NSÍ í summar er langt undir tí hjá føroysku dómarunum: - Tað er væl betri í føroysku kappingini, enn tað hevur verið í Evropa í ár
Hoyr alla samrøðuna við Petur Knudsen her
![]()
![]()
Myndir: Tvey slovensk mál og eitt føroyskt reytt kort
Talan var um sama dómara, sum gav franska U21-landsliðnum eitt ógvuliga bíligt brotsspark, tá Føroyar vitjaðu í Fraklandi í mars. Hann fær heldur ikki góð skoðsmál frá Viljormi Davidsen.
- Tað virkaði sum alt fór teirra veg, staðfesti royndi veruspælarin.
Hoyr alla samrøðuna við Viljorm Davidsen her
Hoyr meira um evropeisku dystirnar í Fótbóltsskýlinum í dag.
-------------------------------------------------------------------------
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
NSÍ - FC Koper 0-2 (0-0)
Reytt kort: Emil Weihe Joensen (36')
Les eisini: 0-2 og 2-0: Tungt føroyskt kvøld í Conference League
Liðini spæla seinna dystin híoskvøldið 30. juli í Slovenia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald