Pristina, Kosovo (Portalurin): Í morgin spæla Føroyar venjingardyst móti Kosovo. Talan er um síðsta dystin hjá A-landsliðnum í ár - næsta er eru átta HM-undankappingardystir á skránni.
Håkan Ericson segði í innleiðing sínari á tíðindafundinum í dag, at júst tað at hava Kosovo sum mótstøðulið, er góð fyririeking til at spæla móti Albania, ið er eitt av londunum Føroyar eru í bólki við til HM-undankappingina. Albania vitjar í juni, og í november 2023, skulu Føroyar aftur spæla á Balkan.
Kosovo varð valt sum mótstøðulið til hendan venjingaryst við hesum í huganum Talan er um líknandi leikhátt, segði landliðsvenjarin hjá Føroyum millum annað. Hann kundi eisini avdúka, at 3-4 broytingar verða á liðnum til í morgin, í mun til undanfarna dyst.
Albania er grannaland hjá Kosovo. Tað er tað nýggjasta landið á Balkan - tað sum síðst hevur fingið altjóða viðurkenning. Meginparturin av íbúguvnum her eru albanar/kosovo-albanar. Hetta er fjórði dystur landanna millum á hesum støðinum.
Les eisini: Fýra ár síðani seinast - hittast fyri fjórðu ferð
Venjingardysturin millum Føroyar og Albania verður bríkslaður í gongd her á Fadil Vokrri leikvøllinum klokkan 17 í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald