Fótbóltur

- Hetta verður avgjørt eitt hæddarpunkt fyri meg í Svøríki

Ásla Johannesen skal í morgin spæla steypafinalu móti Häcken. Hetta er ein søguligur dystur fyri Piteå, og tað merkist, staðfestir landsliðsliðskiparin fyri Portalinum..

- Tað merkir nógv fyri felagið og fyri alt “Norrland”. Vit eru einasta felagið úr økinum, sum er í Damallsvenskan, og hetta er fyrstu ferð í søguni, at Piteå er í steypafinaluni. Felagið og fólk gera nógv burturur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Tað merkir nógv fyri felagið og fyri alt “Norrland”. Vit eru einasta felagið úr økinum, sum er í Damallsvenskan, og hetta er fyrstu ferð í søguni, at Piteå er í steypafinaluni. Felagið og fólk gera nógv burturur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-30 11:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon hevur spælt í nógv ár uttanfyri landoddarnar. Fyrst í FC Nordsjællandi, síðani í AGF og síðsta summar tók Ásla Johannesen eitt stig upp til svensku deildina.

Landsliðssliðskiparin kom mitt í svenska kappingarárinum, og lið hennara endaði á 4. plássi. Í 2024 hevur Piteå spælt tríggjar landskappingardystir - seinast móti Häcken í Göteborg leygardagin. Hetta er eisini á skránni í steypafinaluni í morgin.

- Tað er tvær ferð á sama staði ímóti sama mótsstøðuliði. Vit spældu ímóti Häcken leygardagin 27. apríl og taptu 3-1. So nú hyggja vit nærri, hvussu vit kunnu optimera okkara spæl ímóti teimum - bæði í verjustøðu og í álopsstøðu. Vit fara inn við øllum tí, sum vit í Piteå eru kend fyri. So byggja vit uppá til í morgin, so at vit vónandi standa sum vinnarir eftir dystin.

Les eisini: Ásla og Jóhanna skulu spæla steypafinalu í morgin

Ásla greiðir víðari frá, at Piteå komandi tvær vikurnar hevur fimm dystir á skránni, so fyrireikingarnar eru rættiliga taktiskar. Annars snýr tað seg um skaða- og vøddaviðger, at hvíla væl og eta rætt.

[object Object]
Ásla Johannesen í landsdysti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Í morgin fer føroyski liðskiparin inn til sín størsta dyst higartil í felagsfótbólti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Steypakappingin koyrir eitt sindur øðrvísi. Fyri júst einum mánaði síðani vann Piteå dramatiska hálvfinalu eftir longda leiktíð móti stórfelagið í svenskum kvinnufótbólti: FC Rosengård. Ásla kom inn í longdu leiktíðini tá og var harvið partur av søguligar løtu. Í viðmerking við Portalin dylir 27-ára gamla klaksvíkskvinnan ikki fyri, at týdningurin at dystinum merkist í økinum.

- Tað merkir nógv fyri felagið og fyri alt “Norrland”. Vit eru einasta felagið úr økinum, sum er í Damallsvenskan, og hetta er fyrstu ferð í søguni, at Piteå er í steypafinaluni. Felagið og fólk gera nógv burturur. Millum annað vísa fleiri støð dystin á stórskýggja og hava ymisk tiltøk til dystin heima, sum man eisini kann fara til. Hetta verður avgjørt eitt hæddarpunkt fyri meg í Svøríki - óansæð úrslitið: At vera við til at skriva søgu fyri felagið er stórt fyri meg.

BK Häcken kom til fjórðingsfinalurnar í Champions League í vetur og var bert nøkur mál frá at vinna svneska meistaraheitið í fjør. Á liðnum spælir millum annað 18-ára gamla hoyvíkskvinnan Jóhanna Fossdalsá Sørensen, sum í landsliðshøpi umboðar Danmark. Talan er um eitt ógvuliga sterkt mótsstøðulið ásannar royndi føroyski landsliðsspælarin:

- Tær koma beint frá kvartfinaluni í Champions League, tær hava tapt steypafinaluna tvey ár á rað, so væntandi koma tær við bæði stórum sjálvsáliti og svongd. Tær eru eitt tað besta liðið í Svøríki og individuelt so mikið væl fyri, at vit skulu vænta nogv rotation og taktiskar broytingar undir dystinum. Tað skulu vit vera til reiðar at lofta, staðfestir Ásla Johannesen at enda.

Dysturin á Bravida leikvøllinum í Göteborg byrjar í morgin, mikudagin 1. mai, klokkan 16 føroyska tíð.

[object Object]
Jóhanna Fossdalsá Sørensen í dysti móti Real Madrid í Champions League. Nú skulu unga hoyvíkskvinnan og Häcken royna at koppa Piteå í svensku steypafinaluni (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder