Fótbóltur

- Hetta verður ein trupul uppgáva

John Petersen, venjari á A-landsliðnum hjá kvinnum hevur úttikið hópin, sum skal spæla EM-undankappingardyst móti Noregi á Tórsvølli 8. oktober. Út er farin Sanna Svarvadal, og inn er komin Nadja Dam Johannesen.

Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo

Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo

2019-09-26 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

John Petersen, venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, hevur nú úttikið hópin, sum skal spæla EM-undankappingardyst á heimavølli móti Noregi 8. oktober.

- Norra hevur nærum altíð havt sterk kvinnulandslið, og hetta, sum vit skulu møta nú, er einki undantak. Tær liggja nummar 12 á styrkislistanum hjá FIFA, so hetta verður ein trupul uppgáva, sigur hann við heimasíðuna hjá FSF.

Dysturin týsdagin 8. oktober verður triði dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í undankappingini til EM 2021. Norsku kvinnurnar á mótstøðuliðnum hava higartil bert spælt ein dyst, sum var móti Norðurírlandi, og hann vunnu tær 6-0.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Noreg verður á Tórsvølli týsdagin 8. oktober klokkan 17. Lýst verður, tá atgongumerki verða sett til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum í morgun setti John Petersen navn á tær 20, sum eru boðsendar til dystin móti Noregi. Ein broyting er í hópinum hesaferð, í mun til seinasta, tá kvinnurnar spældu móti Wales og Hvítarusslandi. Út er farin Sanna Svarvadal, og inn er komin Nadja Dam Johannesen.

Hópurin

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)

Anna Súnadóttir Hansen, EBS/Skála

Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/B68

Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68

Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)

Nadja Dam Johannesen, HB

Durita Hummeland, KÍ

Katrina Akursmørk, KÍ

Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)

Eyðvør Klakstein, KÍ

Julia Naomi Mortensen, HB

Olga Kristina Hansen, B36

Evy á Lakjuni, KÍ

Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála

Jónvá Hentze, HB

Sara Samson Lamhauge, HB

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Heidi Sevdal, HB

Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB

Sarita Maria Mittfoss, B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder