Fótbóltur

- Hevur gingið skjótari enn vit tordu at droyma um

Jóannes Bjartalíð er ovurfegin eftir dramatiska hálvfinalusigurin í norsku steypakappingini gjárkvøldið. - Eg vónaði bara, at man ikki fekk krampa á veg til bóltin, men brotssparkið var tíbetur trygt. Hann og Brandur Hendriksson skoraðu fyri Fredrikstad.

Eftir at sjeynda skotið hjá KFUM Oslo fór fram við Fredrikstad-málinum kundu Jóannes Bjartalíð (í miðjuni) og hinir stórfegnast. - Hetta hevur ekstremt nógv at siga fyri alt Fredrikstad. Eitt kempi felag, sum hevur verið í dvala alt ov leingi, og nú eru vit við aftur, har tað er stuttligt at vera

Eftir at sjeynda skotið hjá KFUM Oslo fór fram við Fredrikstad-málinum kundu Jóannes Bjartalíð (í miðjuni) og hinir stórfegnast. - Hetta hevur ekstremt nógv at siga fyri alt Fredrikstad. Eitt kempi felag, sum hevur verið í dvala alt ov leingi, og nú eru vit við aftur, har tað er stuttligt at vera

2024-10-31 08:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta hevur ekstremt nógv at siga fyri alt Fredrikstad. Eitt kempi felag, sum hevur verið í dvala alt ov leingi, og nú eru vit við aftur, har tað er stuttligt at vera.

Klaksvíkingurin í Fredrikstad fekk tíðliga í morgun møguleika at seta nøkur orð á hálvfinalusigurin á KFUM Oslo - á føroyskum. Talan var um eitt serstakt kvøld í Fredrikstad. Hetta er fyrstu ferð í 18 ár, at liðið við stoltu søguni er aftur í norsku steypafinaluni.

Tað var sum vera man ein ógvuliga lættur og fegin Jóannes Bjartalíð nakrar tímar eftir sigurin í brotssparkskappingini. Fredrikstad var samanlagt leikliga omaná, men fekk ikki hol á - hóast bólturin greitt var inni í málinum hjá "Koffa" tíðliga í seinna hálvleiki. Bjartalíð kom á vøllin til 2. hálvleik og upplivdi dystin á hendan hátt: 

- Haldi vit koma sindur skeivt út og eru nakað passivir at byrja við. Men so eta vit okkum væl innaftur, og frá umleið tí vit hava spælt ein tíma og restina av dystinum, sita vit tungt á honum. Men tað sást, at talan var um eina hálvfinalu, og at nógv var upp á spæl - har var ein góður nervi í dystinum, greiðir hann Portalinum frá.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð: Ársins spælari í felagnum og í næstbestu norsku deildini í fjør - nú í norsku steypafinaluni 

Jóannes Bjartalíð var ein teirra, sum skuldi skjóta úr ellivu metrum í brotsparkskappingini. 28-ára gamli føroyski landsliðiðsspælarin var heldur stúrin um beinini, tí hann hevur verið úti so nógv í ár, og spældi nú fleiri minuttir enn hevur gjørt síðani fyrst í 2024. Kroppurin helt tó, og bólturin fór upp í málhornið.

- Eg var so nær við at fáa krampa allastaðni, so hopaði ikki eg fekk krampa, tá eg rann til bóltin. Men nei; trygg brotsspørk frá okkum, staðfestir Jóannes flennandi.

"Vit" eru hann og Brandur Hendriksson Olsen. Hin tekniskt gávaði føroyski miðvallarin hjá Fredrikstad kom inn í longdu leiktíðini, og skoraði eisini væl. Skálvíkingurin skal harvið, eins og við FCK í 2015, í eina norðurlendska steypafinalu. Tá skoraði og avgjørdi Brandur fyri danska stórfelagið í longdari leiktíð. 

Tað var máleyst eftir 120 minuttir - neyðugt var við sjey brotsspørkum hvør. Sí avgerðina og annað á tv2.no

Les eisini: Bjartalíð og Brandur við at skjóta Fredrikstad í steypafinaluna

[object Object]Brandur Hendriksson Olsen sæst hálvgum hoppandi og syngjandi - skálvíkingurin er næstuttast til vinstru í hvítum og reyðum gaggum (Mynd: Fredrikstad)

[object Object]Jóannes Bjartalíð (nr. 14) sæst hálvsfevna ein úr toyminum, sum her stendur og syngur saman við lívligu áskoðarunum. Elisabet Vang, fysiskur venjari, sæst standa í reyðari troyggju  

Jóannes Bjartalíð og Branndur Hendriksson Olsen komu til Fredrikstad seinasta vetur. Hetta var stutt eftir, at Mikkjal Thomassen kom til felagið. Felagið flutti, heldur óvæntað upp í Eliteseriuna, og er í ár aftur har fyri fyrstu ferð í 12 ár.

AIK keypti Mikkjal Thomassen leysan í summar, eftir at Fredrikstad byrjaði væl í Eliteseriuni. Liðið er framvegis við í evropeiska stríðnum, nú fýra umfør eru eftir (á 6. plássi). 

Elisabet Vang, sum fyrr hevur stýrt kropsliga partinum hjá KÍ við harðari hond, kom til Noregs og Fredrikstad síðsta vetur. 

- Tað hevur gingið rættiliga nógv skjótari enn man tordi at droyma um í Fredrikstad. Felagið endaði nr 10 í obos (næstbestu deildini, red.) árið fyri vit “Føroyingarnir” komu yvur her, staðfestir Jóannes Bjartalíð.

Sum klaksvíkingurin vísir á, er Fredrikstad eitt gamalt norskt stórfelag: Liðið skal 7. desember spæla sína 19. steypafinaluni. Tað eru bert Rosenborg og Odd (12 hvør), sum hava fleiri steypagull enn Fredrikstad (11).

Jóannes, Brandur, Elisabet og hini kunnu røkka nummar 12 á Ullevaal. Molde verður mótsstøðuliðið á tjóðarleikvøllinum í Oslo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder