- Avbjóðandi ferðin til Føroyar styrkti okkara samanhald og okkara "character". Vit eru tættari knýttir saman, og mentaliteturin er styrktur.
Hetta segði Stefano Sanderra á tíðindafundi í gjár, sambært millum annað Malta Sport. Hamrun Spartans hevur ein hóp, sum er nógv broyttur í summar.
Italski venjarin hjá liðnum hevði venjarabann í Føroyum men var við á avbjóðandi ferðini, har leiguflogfarið ikki fekk sett seg í Vágum, og harvið fór til Bergen. Har var maltesiski hópurin veðurfastur til dystarmorgunin.
Sí eisini: Hamrun Spartans eru loksins lendir í Føroyum
Hóast NSÍ sat á fyrra hálvleiki, endaði tað 1-1 í Klaksvík fyri viku síðani. Harvið hevur Hamrun Spartans ein fyrimun undan seinna Conference League-dystinum millum liðini, tí hann verður spældur á Malta.
Petur Knudsen: - Vir missa tíverri takið í seinna hálvleiki
![]()
Petur Knudsen og NSÍ skulu vinna í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Har er heitt, ógvuliga heitt, í løtuni. Tað verður eisini slavið, tað vil siga tyngri luft og torførari at koma av við sveittan. Um 30 hitastig og sól í 1. hálvleiki, umframt hægri luftvæta út á dystin, er tað sum NSÍ kann vænta.
Venjarin hjá NSÍ viðurkendi eisini á tíðindafundi í gjár, at tað verður ein avbjóðing. - Tað eru vit ikki vanir við, staðfestir Sigurður Ragnar Eyjólfsson, sum skal nýta vatnsteðgirnir væl.
- Men hetta er eisini verri, enn vit eru von, segði ein tíðindamaður hjá Malta Sport í sambandi við spurningin.
Sí eisini: NSÍ skal spæla í umleið 30 hitastigum og slavnari luft hóskvøldið
Avgerandi dysturin millum NSÍ og Hamrun Spartans byrjar klokkan 18.30 føroyska tíð. Til ber at keypa sær atgongd til dystin her - og annars fylgja gongdini ovast á Portalinum.
--------------------------------------------------------------
Conference League 1. umfar - seinni dysturin
Hósdagin 16. juli á Centenary Stadium, Ta Qali
18.30: Hamrun Spartans - NSÍ (1-1)
Leinkja til stroyming er her. Til ber at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald