Annað

– Í framtíðini kunnu bert tíggju lond vera vertir fyri vetrar-OL

Orsøkin er veðurlagsbroytingar, sigur Thomas Bach, forsetin í Altjóða Olympisku Nevndini.

Thomas Bach, forsetin í Altjóða Olympisku Nevndini (Mynd: EPA)

Thomas Bach, forsetin í Altjóða Olympisku Nevndini (Mynd: EPA)

2023-10-14 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í roynd og veru eru bert tíggju lond før fyri at vera vertir fyri vetrar-OL í framtíðini, soleiðis sum treytirnar eru nú, sigur Thomas Bach, forsetin í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC).

Orsøkin er veðurlagsbroytingar. Serliga tí at summi øki í framtíðini fara at mangla natúrligan kava, sigur hann sambært Ritzau.

Tað er ikki óvanligt, at tilgjørdur kavi verður brúktur í sambandi við vetrar-OL. Tað varð brúkt fyrstu ferð í Lake Placid í USA í 1980, og seinastu árini hevur tað verið nógv brúkt, skrivar BBC.

– Í 2040 verða í roynd og veru bert tíggju olympiskar nevndir, sum kunnu hýsa kavaítróttinum undir olympisku vetrarleikunum, sigur IOC-forsetin.

Næsta vetrar-OL verður í 2026. Tá eru Milano og Cortina d’Ampezzo í Italia vertir. Næsta ár verður væntandi greitt, hvør verður vertur í 2030 og 2034.

– Tað er ein sera torgreiddur trupulleiki, og fyri at viðgera hann ordiligt, mugu vit hava meira tíð, sigur Thomas Bach.

Møguligir vertir í 2030 eru Stockholm og Åre í Svøríki og landsluturin Provence-Alpes-Côte d’Azur í Fraklandi. Salt Lake City í USA hevur bjóðað seg fram sum vert í 2034.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder