Fyrr í dag skrivaði NRK, at stórur áhugi er fyri Betrideildini í Noreg, og í kvøld hevur Vegard Jansen Hagen váttað fyri Portalinum, at norska TV2 er í gongd við at royna at fáa rættindi til at senda Betrideildina.
Les eisini: -Vit arbeiða imót at fáa rættindi til at senda Betrideildina
Tað er Televarpið, ið hevur rættindini at senda beinleiðis frá Betrideildini hjá monnum. Talan er um eina trý-ára avtalu, sum varð gjørd við Fótbóltssamband Føroya í fjør.
- Vit hava ikki fingið nakað ítøkiligt tilboð, men vit hava merkt ein ávísan áhuga.
Hetta sigur Edvard í Skorini Joensen, stjóri í Televarpinum, við Portalin.
- Sjálvandi er tað ein dreymur hjá okkum, um vit kunnu gera eina fasta avtalu við onkran. Tað kann verða áhugavert, í mun til at føroyska deildin koyrir longri fyrra partin av summarinum (vanligt so at siga allan juni) enn flest aðrar deildir. Hetta kann eisini verða áhugavert í mun til veddingarfyritøkur, ið eisini hava víst áhuga, og sum kunnu spæla ein leiklut.
Stjórin í Televarpinum ger tó greitt, at ymiskar treytir skulu uppfyllast, um talan kann verða um avtalu :
- Ein møgulig avtala skal ikki verða ein løtuvinningur, men skal verða nakað, ið heldur kann verða við til at menna tilboðið til hyggjararnar enn meira. Avtalan hjá Televarpinum hevur nú eitt ár á baki, og vit hava áhaldandi fokus á at menna konseptið.
Fokus hjá Televarpinum er á at skapa nakað álítandi og gott.
- Vit eru realistisk, í mun til hvat fyri vøru vit hava. Tað sum vit í fyrstu syftu hava lagt dent á, at at skapa nakað regluligt, og at skapa nakað ið er álítandi og gott. Sum nú er koyra vit eftir somu avtalu. Um nakað kemur eyka inn, so skal tað loysa seg, og so skal tað verða okkurt sum gevur nakað til føroyskan fótbólt, sigur Edvard í Skorini Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald