Fótbóltur

- Ikki neyðugt at hyggja nærri eftir Hjulmand

Peter Møller setur ikki spurnartekin við høvuðsvenjarin eftir EM, har Danmark ongan dyst vann. Ítróttarstjórin í DBU heldur, at Danmark var betri í øllum sínum bólkaspælsdystum.

Gamaní vantaði eitt sindur í tí álopskenda, men ítróttarstjórin í DBU er heilt nøgdur við Kasper Hjulmand og danska avrikið í Týsklandi. Danski landsliðsvenjarin hevur sáttmála til og við HM-endaspælið 2026. (Mynd: EPA)

Gamaní vantaði eitt sindur í tí álopskenda, men ítróttarstjórin í DBU er heilt nøgdur við Kasper Hjulmand og danska avrikið í Týsklandi. Danski landsliðsvenjarin hevur sáttmála til og við HM-endaspælið 2026. (Mynd: EPA)

2024-07-02 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir javnleikir og eitt tap. Hetta var úrttøkan hjá Danmark eftir fýra dystir í Týsklandi, har liðið bert skoraði tvey mál. EM-luttøkan endaði móti týsku vertunum í Dortmund, har VAR-marginalarar og annað gjørdu sítt, men har týskarar vóru betri.

Sí eisini: 
Vertirnir víðari - evropameistararnir úti
Hjulmand: - Hetta er láturligt

Eftir góðu byrjanina sum landsliðsvenjari hevur tað gingið verri seinastu tvey árini hjá Kasper Hjulmand. HM-endaspælið í Katar var ein donsk fótbóltsvanlukka - eitt stig í trimum dystum og nógv annað í miðdeplinum. Danmark vann ein lutlasliga veikan EM-undanbólk í fjør, men tapti millum annað fyri Kasakstan og atfinningar hava verið um úttøkur, úrslit, leikhátt og annað. Hetta bæði í donskum miðlum og millum danir annars.

DBU og serliga Peter Møller vara av starvinum hjá Kasper Hjulmand, sum nógv hava sett spurnartekin við - mest á sosialum miðlum men eisini millum viðmerkjarar. Peter Møller heldur tó ikki, at nakað í úrslitunum ger, at man í DBu setir spurnartekin við landsliðsvenjaran.

Hetta staðfesti ítróttarstjórin í danska fótbóltssambandinum í sjónvarpssamrøðu við TV2 í gjár. 

- Tá man ikki vinnur eina kapping, so er lætt at sita og sig ahví og skjótt peika á venjaran. Vit fara sjálvsagt at eftirmeta alt, og hyggja um vit kunnu betra ymiskt rundanum liðið. Men Kasper eru vit nøgd við.

[object Object][object Object]
Myndir: EPA

Møller, ið sjálvur hevur spælt 20 A-landsdystir og í einum endaspæli, viðurkendi, at partar av álopskenda spælinum ikki var nóg gott. Viðmerkjararnir og verturin trýstu ítróttarstjórin nakað í mun til hetta, og serliga Lars Jacobsen og Nicoline Sørensen vóru als ikki samd í útsagnunum, at Danmark var besta liðið í øllum sínum bólkaspældystum.  

Kasper Hjulmand hevur staðið á odda fyri níggju bólkaspælsdystum í trimum endaspølini fyri Danmark og bert vunnið ein (Russland í 2021). Í 2021 vann Danmark á Wales og Kekkia í knock-out partinum, áðrenn Ongland gjørdist endastøðin í hálvfinaluni. Hesaferð fór Danmark skjótt heim eftir bólkaspælið, har tveir triðingar av liðunum komu víðari, og fyriuttan løtur móti Onglandi stóð lítið fast eftir.

Danski landsliðsvenjarin hevur sáttmála til og við HM-endaspælið 2026.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder