Oyggjaleikir 2019

- Ikki væntað bronsu áðrenn kappingin byrjaði

Systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir fegnaðust um bronsu í morgun, hóast eitt tap í hálvfinaluni.

Rakul og Anna Mikkjalsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul og Anna Mikkjalsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-12 11:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv til eitt bronsuheiðurmerki í borðtennis. Hetta varð greitt eftir, at systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir taptu hálvfinaluna í tvímansleiki í morgun.

Tær báðar tvøradamurnar eru tó væl nøgdar hóast tapið.

- Vit høvdu ikki væntað bronsuna áðrenn kappingin byrjaði, og vit hava eisini tapt móti teimum (Gotlandi, red.) fyrr í hesari kappingini, so vit høvdu ikki væntað at vunnið í morgun, søgdu tær aftaná dystin.

- Vit kundu bara yviraska, søgdu Anna og Rakul Mikkjalsdóttir.

[object Object]Rakul Mikkjalsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Anna Mikkjalsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

Tapið gjørdist 3-0, men tey bæði seinnu settini gjørdust jøvn, og systrarnar høvdu fleiri ferðir møguleika at fara avstað við onkrum setti. Tað eydnaðist tó ikki.

- Vit komu ov seint í gongd, og ætlaninar vit høvdu lagt áðrenn dystin hildu ikki. So tað gekk ikki.

[object Object]

Við bronsuni í tvímansleiki hjá kvinnum í dag, er borðtennis liðugt fyri okkara viðkomandi á oyggjaleikunum á hesum sinni. Tað eydnaðist Fróða Fríðason Jensen og Annu Mikkjalsdóttir at vinna seg í fjórðingsfinaluna í blandaðum tvímansleiki, men har taptu tey 3-1 móti Isle of Wight.

Sí myndir úr borðtennishøllini í morgun

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder