Føroyska U19-landsliðið við gentum spældi í dag seinna venjingardystin móti Lettlandi. Hann endaði við málleysum javnleiki
Hetta var annar dysturin uppá tvey samdøgur, og landsliðsvenjarin fegnast um innsatsin:
- Vit spældu ein góðan dyst. Innsatsurin var heilt framúr, og tað var ein fragd at síggja okkara spælarar leggja so nógv fyri, sjálvt um møðin frá fyrra dystinum framvegis sat í beinunum hjá fleiri, sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyar taptu fyrra dystin í Riga 2-1. Í 2. hálvleiki í dag manglaði tað seinasta í, har føroyska liðið millum annað rakti yvirleggjaran. Pætur vísir tó á, at hesin dysturin væl kundi brúkast í fyrireikingunum til EM-dystirnar í august:
- Vit eru eitt sindur vónbrotin um javnleikin. Men spælararnir kunnu alíkavæl vera ernir av avrikinum, og tað er nógv, ið vit kunnu taka við okkum frá hesum dysti. Hetta var ein góð fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í heyst, sigur Pætur Smith Clementsen.
Føroyska liðið: 12. Óluva A. Joensen (M), 2. Armgarð undir Leitinum, 4. Julia Helena Dal Henriksen, 6. Birita Ryan, 7. Sanna Svarvadal (L), 8. Emma Hansdóttir, 9. Marjun Ó. Danielsen, 13. Vár Miðberg, 15. Mona Rasmusdóttir og 18. Maria á Lakjuni.
Í seinni hálvleiki komu allir útileikararnir, sum vóru á bonkinum á vøllin: Jacoba Neshamar, Jensa K. Tórolvsdóttir, Hanna L. Jacobsen, Lea Lisberg, Maria Djurhuus og Silja P. Augustinussen. Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen vardi málið í fyrra dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald