Í nýggjum tátti seta vit ítróttarfólki fimm spurningar. Her rundanum jólini tosa vit við fleiri íðkarar.
Bára Krossteig Hansen, Tórshavn
3. februar, 1995
Hondbóltur (Kyndil og Føroyar
1. Hvat er tað, sum er serliga gott við tí ítrottargreinini, ið tú íðkar?
- Mær dámar væl fysiska partin av ítróttargreinini; at man sleppur at berjast eitt sindur, men at man alíkavæl skal nýta høvdið
2. Hvørja ítrottargrein hevði tú íðka, um tú ikki spældi hondbólt?
- 100 prosent flogbólt! Eg elski flogbólt, veit ikki hví, men tað er okkurt serligt við tí ítróttargreinini, sum mær dámar!
3. Hvør er størsta løtan hjá tær sum ítrottarfólk?
- Greipan í 2014 og 2017 umframt steypafinalan í 2019 eru absolutt størstu løturnar sum ítróttarfólk!! Eg fái enn kuldagýsningar, tá eg hyggi at gomlum myndum og filmum av teimum løtunum.
4. Hvussu nógv fyllur ítrotturin á jólum?
Ikki nakað serliga nógv. Vit venja hondbólt sum vanligt, og kanska eg renni ein eyka túr eftir allar jóladøgurarnar og karamellurnar!
5. Hvussu heldur tú annars jól?
Jólaaftan byrjar við at vitja fólk, har vit síðani fara í kirkju klokkan 17. Annars eru vit altíð øll familjan samlað hjá mostur míni, eini 15 fólk, har vit eta dunnu, rís a la mande o.s.fr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald