Leygardagin var Andras Ólason Olsen á vøllinum í einum kappingardysti fyri fyrstu ferð síðani 27. oktober 2018, tá hann kom inn til teir seinastu minuttirnar í Gundadali. Ein álvarsligur knæskaði helt verjuleikaranum úti alt 2019, men nú er liðformaðurin hjá EB/Streymi til reiðar aftur - tó at hann ikki kann spæla 90 minuttir enn:
- Kenslan var sjálvandi góð at spæla dyst aftur. Fótbóltur hevur altíð fylt nógv, so at sleppa á vøllin aftur, eftir at hava sitið uttanfyri so leingi við skaða, kendist sum ein persónligur sigur. Tað verða tó nakrar vikur enn, áðrenn eg sleppi at spæla fullar dystir, og tað síggi eg fram ímóti.
Uppgávan hjá EB/Streymi í 2. umfari er NSÍ. Eitt lið sum EB/Streymur seinastu árini hevur havt tað sera trupult við. Hvussu takklar EB/Streymur uppgávuna móti runavíkingunum?
- Dysturin móti NSÍ kemur helst at líkjast dystinum móti HB. Hóast HB hevði bóltin stóran part av tíðini leygardagin, so haldi eg ikki at teir spældu seg til nógvar møguleikar. Vit vardu væl, og tað skulu vit aftur gera sunnudagin móti NSÍ, um vit skulu hava eitt úrslit. Umframt at verja væl so verða vit noyddir at fáa spælið at hanga betur saman, so at vit ikki alla tíðina koma at liggja undir trýsti. Vit vita, at um vit ikki eru 100 prosent klárir, so koma vit at fáa tað trupult, tí NSÍ er eitt gott lið, sum dámar væl at skjóta mál. Men um vit verja eins væl sum móti HB og fáa spælið at hanga betur saman, so síggi eg góðar møguleikar í dystinum sunnudagin.
EB/Streymur fer í ár at hava heimavøll við Margáir. Har hevur felagið nógvar góðar løtur og í tíðarskeiðinum heimavøllurin var í Streymnesi, vann EB/Streymur tvey FM-heiti og fýra steypakappingar. Andras Olsen fegnast um, at felagið hevur tveir góðar heimavallir:
- Tað verður fantastiskt at spæla við Margáir, har flestu av okkara leikarum hava spælt nógv av ungdómsárunum. Nú hava vit spælt tvey ár í Hólmanum á Eiði, so tað verður stuttligt at spæla aftur í Streymnesi. Vit eru heppin í EB/Streymi, at hava tveir góðar vøllir við góðum umstøðum - bæði í Streymnesi og á Eiði.
Dysturin millum EB/Streym og NSÍ við Margáir er tann seinasti á skránni í 2. umfari. Hann byrjar klokkan 17 sunnudagain.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald