Tað er eygsæð, at KÍ hópurin er í einum sigursrúsi, eftir loknan dyst móti FC Differdange. Tað er ikki løgið, tí liðið er nú víðari til 2. umfar í Champions League
Ein arbeiðsinnsatsur
Tað er mest sum við ein munn, at teir báðir, Árni Frederiksberg og Jákup Biskopstø Andreasen, siga við Portalin, at talan er um ein arbeiðsinnsats, tá vit spyrja, hvat gjørdi at teir nú skulu møta svenska stórfelagnum, Malmö FF.
- Tað var ein trupul uppgáva, har vit verða lagdir undir trýst, men tað vóru vit fyrireikaðir uppá. Vit standa væl ímóti og í tíðarbilum halda vit væl uppá bóltin. Allir leikararnir góvu alt og var tað ein fantastiskur arbeiðsinnsatsur, sum er høvuðsorsøkin til at vit vinna okkum víðari til 2. umfar í Champions League, sigur ein sera stoltur liðskipari, Jákup B. Andreasen.
Árni leggur afturat, at tað kendist sum spældu teir móti hitanum í fyrra hálvleiki.
- Vit høvdu trupult við at fáa offensiva spælið at koyra, men stóðu væl í blokkinum og hildu teimum væl frá møguleikum.
Ein trupul, men ikki ómøgulig uppgáva
Tað var í fjør, at KÍ á ótrúligan hátt vann á táverandi svensku meistaraliðnum, BK Häcken. Nú eru teir víðari til 2. umfar í Champions League og aftur nú stendur verandi meistaraliðið og bíðar. Hesaferð er tað Malmö FF.
Bæði Jákup og Árni ásanna, at helst er talan um størsta lið í Svøríki, men tað ávirkar tær ikki, tí, sum teir sjálvir siga, so hava teir góð minnir úr Svøríki.
- Tað verður eina sera trupul uppgáva, men ikki ómøgulig. Uppgávan krevur at vit verða sera væl fyrireikaðir og spæla mest sum ein perfektan dyst, sigur Jákup B. Andreasen.
- Vit skulu bara út at gera tað sama einaferð afturat. Hesaferð er tað bara í Malmö, heldur enn í Gøteborg, leggur Árni Frederiksberg afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald