Hondbóltur

- Kosovo er eitt heilt annað lið á heimavølli

Í føroysku leguni eru teir púra greiðir yvir, at uppgávan í kvøld verður øðrvísi enn tann í november á Hálsi. Kosovo hevur fingið stig móti bæði Ukraina og Niðurlondum í Pristina og spælir eisini fyri sínum EM-møguleika.

Hákun West av Teigum og hinir eru fyrireikaðir uppá, at Føroyar renna seg í øðrvísi ting í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum og hinir eru fyrireikaðir uppá, at Føroyar renna seg í øðrvísi ting í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-08 10:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Óli Mittún sigur tað. Tróndur Mikkelsen sigur tað eisini, og Hákun West av Teigum er inni á tí. Hjálparvenjarin, Hjalti Mohr Jacobsen nevnir tað eisini fyri Portalinum - samrøðan kemur seinni: 

- Kosovo er eitt annað lið, tá tað spælir á heimavølli.

Úrslitini hjá Kosovo í undankappingini tala eisini fyri seg: 

Føroyar - Kosovo 32-21
Kosovo - Niðurlond 33-33
Kosovo - Ukraina 31-30
Ukraina - Kosovo 36-25

Stig á heimavølli og stórtap á útivølli. Hetta rákið vilja Føroyar ikki síggja framhaldandi - stig í kvøld hevði sent Føroyar til EM.

Hjá Kosovo kann ein sigur í kvøld vera nóg mikið til eitt søguligt endaspæl. Liðið hevur trý stig og hevur longu fingið stig móti hinum báðum liðunum. Hetta kann hava stóran týdning í sonevnda trý'ara rokniskapinum.

[object Object]

[object Object]
Føroyingar hava tveir teir seinastu dagarnar roynt at fyrireikað seg í heldur serstaku høllini mitt í Pristina - í kvøld vera tó larmandi áskoðarar, sum fara at geva heimaliðnum nógv (Myndir: Sverri Egholm)

Áskoðararnir á Balkan plaga at gera stóran mun og geva heimaliðnum nógv. Trýst verður lagt á útiliðið við larmi og øðrum.

Hetta vita føroyingarnir, og tosa teir um ting sum "at halda høvdið kalt" og at hava "lært nakað av Skopje". Føroyar hava ikki góð hagtøl á útivølli. Tað eydnaðist at vinna í Niðurlondum í mai: Ein flottur sigur men tá fekk føroyska liðið hjálp frá fleiri hundrað lívligum útiáskoðarum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Stórur føroyskur fagnaður á og uttanfyri vøllin í Almere í mars (Myndir: Sverri Egholm)

Sí eisini: Fyrsti útisigur nakrantíð í EM-undankapping

Í kvøld skulu Føroyar, við nøkrum fáuum í høllini sum stuðla sær, royna at spæla seg til EM-endaspælið.

Dysturin byrjar klokkan 19.15 føroyska tíð. Portalurin hevur beinleiðis blogg og ymiskt tilfar herfrá. Kringvarpið vísir dystin.

Sí eisini: Vinmenn úr Klaksvík vildu uppliva landsliðið í Kosovo

Støðan í bólki 6 eftir fýra umfør í EM-undankappingini: 
1. Føroyar 5 stig
2. Ukraina 4 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Kosovo 3 stig

Tvey tey fremstu koma heilt víst víðari til EM-endaspælið í januar 2026. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at trý'arin í hesum bólkinum verður ov stuttur.

5. og næstseinasta umfar, í dag hósdagin 8. mai
18.30: Ukraina - Niðurlond
19.15: Kosovo - Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder