Hondbóltur

Hákun: - Hetta er partur av tí man droymir um

Føroyski høgri vongurin er partur av oddaliðnum í Bundesliguni, Fücshe er í Final Four í Champions League, men beint nú roynir hann bert at hugsa um uppgávuna í serstøku høllini í Kosovo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-05-06 19:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pristina, Kosovo (Portalurin): Tað er gott at vera hondbóltsspælarin Hákun West av Teigum fyri tíðina.

Høgri vongurin er partur av oddaliðnum í Bundesliguni, Fücshe er í Final Four í Champions League og hann er nú á gáttini at vera við at spæla Føroyar til annað EM-endaspælið á rað.

Sí eisini: 
Hákun West av Teigum skal spæla Final Four

23-ára gamli hoyvíkingurin kann ikki lata vera við at smílast nakaða, men hann staðfestir, at man hugsavnar fult og heilt um uppgávuna í illa farnu høllini.

- Kosovo er sum eitt heilt annað lið á heimavølli enn á útivølli. Tað er sum nátt og dagur, og áskoðarar og tjóðaskaparkensla spæla inn. Men vit hyggja bara uppá, hvussu vit skulu spæla hendan dystin best gjørligt og hugsa ikki um alt rundanum.

Sí alla samrøðuna omanfyri

Sí eisini: 
Myndir: Stríddust í gomlu saltsiloini í Pristina
Allan Norðberg: - Vit fara altíð eftir at vinna

Støðan í bólki 6 eftir fýra umfør: 
1. Føroyar 5 stig
2. Ukraina 4 stig
3. Niðurlond 4 stig
4. Kosovo 3 stig

Tvey tey fremstu koma víðari til EM-endaspælið í januar 2026. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at trý'arin í hesum bólkinum verður ov stuttur.

5. umfar, hósdagin 8. mai
18.30: Ukraina - Niðurlond
19.15: Kosovo - Føroyar

6. og seinasta umfar, sunnudagin 11. mai
Niðurlond - Kosovo
Føroyar - Ukraina
(Báðir dystirnir byrja klokkan 17 føroyska tíð)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder