Hondbóltur

Fyrsti útisigur nakrantíð í EM-undankapping

Tey bæði stigini, sum føroyingar vunnu sær á flottan hátt í Niðurlondum sunnudagin, vóru søgulig á ymsan hátt.

Føroyskur felagskapur og fagnaður eftir seinasta bríksl í Niðurlondum har tað endaði 32-31 (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyskur felagskapur og fagnaður eftir seinasta bríksl í Niðurlondum har tað endaði 32-31 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-19 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ikki sum ein vanligur útidystur, tí so nógvir mælskir føroyingar vóru á áskoðaraplássunum í Almere. Hetta gjørdi sjálvandi sítt, og á vøllinum spældu Føroyar ein so mikið góðan dyst móti favorittunum í bólkinum, at tað eydnaðist at vinna.

Sí eisini:  
- Hetta var sum at spæla á útivølli hjá okkum
Ísak Vedelsbøl: - Kendist sum tað bert vóru føroyskir áskoðarar her
Elias á Skipagøtu: - Stuðulin frá áskoðarunum merktist væl

Sigurin sendi Føroyar upp á 1. plássið í EM-undankappingarbólkinum. Føroyar hava fimm stig fyri fýra dystir, og so nógv stig hevur eitt føroyskt hondbóltslið ongantíð havt í slíkari undankapping.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Stórur føroyskur fagnaður á og uttanfyri vøllin (Myndir: Sverri Egholm)

Talan var eisini um fyrsta sigurin nakrantíð á útivølli í einari EM-undankapping. Hetta var dystur nummar ellivu á útivølli í EM-høpi, síðani Føroyar fóru við aftur í slíka undankapping í 2018.

Tann allarfyrstu dysturin endaði púra óvæntað við javnleiki í Montenegro, 23. oktober í 2018. Síðani taptu føroysku menninir níggju EM-undankappingardystir á rað á útivølli, áðrenn tað bragdaði í Niðurlondum.  Harímillum vóru tveir dystir á uttanveltaðum vølli móti Ukraina. Tann seinna av hesum - í Litava í november - burdu Føroyar helst vunnið.

[object Object]
Óli Mittún og hinir hjá Føroyum vóru greitt á odda móti Ukraina í november, men tað eydnaðist ikki at fáa útisigurin í land (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Yvirlit yvir allar skrásettar landsdystir síggjast HER

Seinasti árini hava Føroyar eisini tapt tveir HM play-off dystir á útivølli. Hetta í Týsklandi og í Norðurmakedónia, har tað seinna veruliga sveið: Føroyar vóru á odda við sjey málum eftir fyrra dystin um HM-pláss. 

Sí myndir frá føroyska fagnaaðinum í høllini sunnudagin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder