Fótbóltur

- Kundi verið spennandi at roynt seg uttanfyri Skandinavia

31-ára gamli landsliðsbakkurin er ikki longur knýttur at Helsingborgs. Talan var um eina fíggjarliga avgerð hjá svenska felagnum, sum nú flytur niður, sigur hann við Portalin. Umboðsmaðurin hjá Viljormi er nú farin til verka.

Viljormur Davidsen greiðir frá, at ein optión í sáttmálanum varð útloyst, og at næsta fetið á yrkisleiðini nú skal kannast og hugsast ígjøgnum (Mynd: Sverri Egholm)

Viljormur Davidsen greiðir frá, at ein optión í sáttmálanum varð útloyst, og at næsta fetið á yrkisleiðini nú skal kannast og hugsast ígjøgnum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-04 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað hevur verið ein optión (klasulur) í mínari kontrakt, sum segði, at eg kundi verða leysur av felagnum nú 1. januar. Tað hevur Helsingborg so brúkt, tí felagið metti, at eg var for dýrur at vera verandi; so hetta snýr um økonomi.

Soleiðis greiðir Viljormur Davidsen Portalinum frá, tá vit spyrja verandi føroyska landsliðsliðformannin um, hví hann ikki heldur fram í Helsingborgs.

Søguríka svenska felagið boðaði fyrrapartin í gjár frá, at partnarnir nú eru samdir um at stegða samstarvinum. Viljormur og Helsingborgs, ið flytir niður aftur í næstbestu svensku deildina, høvdu annars avtalu fyri 2023 eisini.

[object Object]
Viljormur Davidsen hevur spælt 62 A-landsdystir í Føroyum og hevur spælt uttanfyri landoddarnar síðani 2013 (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Vinstri bakkurin hevur í ár spælt 28 dystir í bestu svensku deildini - 27 av teimum frá byrjan - og hevur eftir summarferiuna verið liðformaður. Nú skal næsta fetið hugsast ígjøgnum. Royndi leikarin kann ikki siga so nógv um tað enn, men nevnir fyri Portalinum, at eitt ævintýr longur burtur frá Føroyum kann lokka:

- Nú fari eg at kann, marknaðin, og agenturin hja mær er farin ígongd. Tað kundi til døms verið spennandi at prøva okkurt uttanfyri Skandinavia

Viljormur Davidsen hevur síðani 2013 spælt í júst Skandinavia; níggju ár í Danmark har tað fyrst var Fredericia og síðani átta ár í Vejle. Hann er nú 31-ára gamal. 

Næsta uppgávan hjá Viljormi er venjingardystir við landsliðnum, sum spælir í Kekkia 16. november og og í Kososvo 19. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder