Í kvøld fer føroyski U19-hópurin til Kroatia. Ungu menninir skulu næstu tíðina umboða Føroyar í HM-endaspæli, har fyrsti dysturin verður mikudagin.
Eftir venjingina í Hoyvíkshøllini í gjár fingu við orðið á ein av venjarunum, Hjalta Mohr Jacobsen. Hann var, eins og spælararnir, ógvuliga spentir uppá at sleppa av álvara í gongd.
- Eingin ivi er um, at nakað annað sæst í eygunum á leikarunum nú, staðfestir venjarin.
Hjalti Mohr Jacobsen (t.v.) og Djóni Gaard Joensen (t.h.) Teir hava stjórnað hesum liðnum í eina tíð, og í fjør gjørdist talan um eitt 9. pláss til EM-endaspælið (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Hann er væl nøgdur við venjingardystirnar móti Íslandi og toppstøði hjá Føroyum: Við tí, og nakað av hepni, kann tað bera langt, sigur Hjalti, ið eisini setur orð á fyrstu mótstøðuliðini.
Sí samrøðuna ovast. Upptøkur og klipt: Egin Tollaksson Kass
Sí eisini:
Myndir: Ungu hondbóltsharrarnir til reiðar til HM
Ísak Vedelsbøl undan Kroatia: Kitlar í kroppinum (Video)
Fyrstu dysturin hjá Føroyum í endspølinum, móti Burundi, verður mikukvøldið klokkan 18. Portalurin verður við í Kroatia frá hósdegnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald