Mikudagin byrjar HM-endaspælið hjá U19-landsliðnum við monnum í Kroatia, har Føroyar eru í bólki við Burundi, Iran og Svøríki.
Eftir eina rúgvu av venjingum í summar eru Ísak Vedelsbøl og hinir nú ógvuliga spentir til at spæla dystir og at umboða Føroyar í einum endaspæli.
Sí eisini: Myndir: Ungu hondbóltsharrarnir til reiðar til HM
Ísak setur orð á støðuna í hópinum, vónirnir og eisini sítt skifti til H71. Strikuspælarin vil annars ikki beinleiðis tosa um seg sjálvan sum ein lyklaspælara - nú vil hann bara spæla dystir aftur.
Føroyar leggja út móti Burundi mikudagin klokkan 18. Portalurin verður við í Kroatia frá hósdegnum.
Sí video ovast. Upptøkur og klipping: Egin Tollaksson Kass
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald