
Teir tykjast at vera væl fyri og í øllum førum at vera ógvuliga spentir til at spæla um stig í einum endaspæli fyri Føroyar aftur.
Í fjør endaði U18-landsliðið við monnum á 9. plássi til EM-endaspælið. Nú eru allir eitt ár eldri, spæla á U19-landsliðnum og og skulu teir næstu tíðina spæla HM-endaspæl í Kroatia.
Liðið hevur vant heilt nógv saman undir leiðslu av Djóna Gaard Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen í summar, hevur spælt tveir venjingardystir móti Íslandi, og nú er stundin skjótt komin.
Sí eisini: - Álopið hjá okkum sær út til at vera øgiliga gott
U19-menninir hjá Føroyum eru í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki og eru favorittar at fara víðari til høvuðsumfarið saman við síðstnevnda liðnum.
Fyrsti dysturin verður spældur móti Burundi mikudagin klokkan 18 - dysturin sæst á Youtube. Portalurin verður við í Kroatia frá hósdegnum.
Sí myndir, ið Egin Tollaksson Kass tók í Hoyvíkshøllini í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald