Fótbóltur

- Møguleikin fyri sigri er altíð til staðar

Føroysku spælararnir eru tendraðir til dystin móti Rumenia á Tórsvølli í morgin.

Lars Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-11 13:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Hóast vit taptu 4-1 fyri Rumenia í Cluj í mars, so haldi eg, at vit spældu ein góðan dyst og vístu góðan hugburð, vón okkara er at kunna vísa tað sama í annaðkvøld, og vil væl við, kundi hetta verið dysturin, har vit fáa okkara fyrsta stig í hesi undankappingini.

Nakað soleiðis segði føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, tá tíðindafundur var undan EM-undankappingardystinum á heimavølli móti Rumenia í annaðkvøld.

Lars Olsen vísti á, at teir seinastu dystirnir í hesi kappingini varða truplir, tí kappingin hevur lagað seg soleiðis, at tað eru trý lond, sum kappast um annað plássið í bólkinum eftir Spania, sum liggur greitt á odda.

Noreg, Svøríki og Rumenia hava øll møguleika at gerast nummar tvey, og tí kann roknast við at hesi liðini eru serliga tendrað og væl fyrireika, tá tey skulu møta Føroyum í annaðkvøld og í næsta mánaða.

- Eitt stigatap móti Føroyum kann merkja, mista kvalifikasjón, tí hevur dysturin móti Føroyum alstóran týdning fyri Rumenia, vísti Lars Olsen á.

Tá rumensk tíðindafólk spurdu hann um ein javnleikur møguliga kundi fatast sum ein sigur, svaraði Lars Olsen teimum noktandi.

- Bara ein sigur er ein sigur, og tað er tað, vit fara eftir í morgin. Um so er, at vit fáa javnleik, so skal eg siga tykkum eftir dystin, um vit eru nøgdir við tað, segði Lars Olsen.

[object Object]

- Eg spældi móti pápa hansara
Rumensku journalistarnir vildu á tíðindafundinum hava at vita hvørjar leikarar Lars Olsen hevur lagt merki til á rumenska liðnum, og tað tyksist vera væl móttikið, tá hann nevndi unga Ianis Hagi, sum spældi annan hálvleik í fyrra dystinum móti Føroyum.

Talan er um sonin hjá tí kendasta rumenska leikaranum í nýggjari tíð, Gheorghe Hagi, sum spældi 125 landsdystir fyri Rumenia, og eisini spældi við bæði Real Madrid og Barcelona í Spania.

- Hann er ein ungur evnaríkur leikari við framtíðini fyri sær. Eg havi spælt móti pápa hansara, men um teir eru líkir sum fótbóltsspælarar, nei, tað minnist eg ikki, segði Lars Olsen læandi. 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder