Fótbóltur

- Munurin hesaferð var ikki seks mál

- Óhepni og persónlig mistøk kosta, men eg eri annars sera væl nøgdur við stríðsviljan og arbeiðsinnsatsin hjá okkara kvinnum. Hetta sigur landsliðsvenjarin, John Petersen.

John Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

John Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-04 17:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar taptu í gjár 6-0 í Hvítarusslandi. Hetta var annað tapið við tennisúrsliti uppá fimm dagar, og harvið ikki tann besta byrjanin uppá EM undankappingina.

Les eisini: Óeyðuga stórt tap í Hvítarusslandi

John Petersen irðar seg: 

- Munurin hesaferð var ikki seks mál. Men óhepni og størri og minni persónlig mistøk høvdu við sær, at málini gerast ov nógv. Hvítarussland dugdi eisini væl at revsa okkum, og so standa vit eftir við enn einum stórtapi

Les eisini: Sanna spældi sín fyrsta landsdyst

Við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum sigur landsliðsvenjarin tó, at innsatsurin kann spurnartekin ikki setast við:  

- Eg eri annars sera væl nøgdur við stríðsviljan og arbeiðsinnsatsin hjá okkara kvinnum. Nú mugu vit bara royna at reisa okkum aftur til komandi dyst.

Næsta uppgávan verður 8. oktober, tá Norra vitjar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder